Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í sambandi við, at Høgni Mohr er innstillaður til lesaravirðislønina hjá føroyskum bókasøvnum, hevur bókmentafrøðingurin, Lydia Didriksen, samrøðu við rithøvundan um høvuðsverk hansara, Saga JAM. Samrøðan verður á býarbókasavninum í Havn mánadagin klokkan 17.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Í bókini, Saga JAM, lýsir Høgni Mohr lívið hjá Jan-Allani Müller í skaldahami. Høvuðspersónurin varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa. Men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. "Bókin er ein saga um inniligan longsil og stórar dreymar," sigur Lydia Didriksen.

Myndina tók Oddfríður Marni Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo