40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Um at lata alment innlit í tilmælini hjá umsitingini um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

Spurningar:
Ætlar landsstýrismaðurin at lata alment innlit ella partsinnlit í tilmælini frá umsitingini um at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir – herundir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur í 2020 og 2021 – og í tað skrivliga og skjalfesta grundarlagið hjá landsstýrismanninum fyri at vraka tilmælini og velja onnur ístaðin?

Viðmerkingar:
Fráfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skrivliga og munnliga svarað, at hann í fleiri førum vrakaði tilmælini frá síni umsiting um játtanir til ískoytiskvotur, vinnuligar royndir og verkætlanir – harundir til ítøkiligt skipakeyp – og valdi aðrar ístaðin. Hetta hendi bæði í 2020 og í 2021.

Kortini hevur Fiskimálaráðið higartil noktað alment innlit í, hvørji tilmælini og avgerðargrundarlagið hjá umsitingini vóru, og hvørjar lógligar og sakligar grundgevingar vórðu skjalfestar í málunum fyri at vraka hesi tilmæli og seta onnur ístaðin.

Spyrjaranum kunnugt, hava heldur ikki umsøkjarar fingið partsinnlit ella partshoyring um hesar fyrsitingarligu metingar, grundgevingar og avgerðir, ið snúgva seg um trýsiffraðar milliónaupphæddir í virði.

Tí verður nýsetti landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa og svara Løgtinginum, hvørt hann heldur at, at alment innlit ella partsinnlit skal latast sambært fyrisitingarlógini og lóg um alment innlit í fyrisitingina.  

Á Løgtingi, 24. januar 2022
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo