Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hørður Askham er skásettur fyri 11 dystir á føroyska A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hørður Askham er skásettur fyri 11 dystir á føroyska A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hørður Askham er skásettur fyri 11 dystir á føroyska A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sent boð eftir Hørði Askham úr HB til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania.

Hørður Askham avloysir Mads Boe Mikkelsen úr KÍ, ið orsaka av skaða hevur givið avboð.

– Hetta er ikki eitt beinleiðis býti, tí teir, Hørður og Mads, eru rættuliga ólíkir. Heldur royna vit at umskipa miðvøllin eitt sindur, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Manslandsliðið skal í næstum spæla tveir EM-undankappingardystir á heimavølli. Seinni í vikuni, leygardagin 17. juni klokkan 19:45 kemur Kekkia á vitjan á Tórsvølli, og týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Albania á Tórsvølli

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo