Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya og Ø Media fer Kringvarp Føroya nú undir at senda føroyskan hondbólt beinleiðis í sjónvarpinum.

Ætlanin er at senda tað, ið eftir er av kappingarárinum. Tað vil siga restina av Faxe Kondi-kappingini, umframt Burn og SMS-deildirnar, tá tær byrja aftur.

Í fyrstu atløgu verður hondbóltur vístur mikukvøld, men tá endaspælið er á skránni, kann verða, at dystir verða vístir um vikuskiftið. Endaliga sendiskráin er ikki løgd enn.

Miðað verður eftir at vísa so nógv lið, sum gjørligt - bæði hjá kvinnum og monnum.

Fyrsti dysturin verður vístur longu í kvøld, mikukvøldið 27. januar, og hann er í Vestmanna millum VÍF og StÍF. Byrjað verður at senda klokkan 19:50.

- Vit gleðast um møguleikan at bjóða hyggjarunum føroyskan hondbólt. Hondbóltur er áskoðaravinarligur, og lagt er upp til nógvar spennandi løtur, nú kappingarnar fara inn i avgerðandi tíðarskeiðið, sigur Símun Christian Olsen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

- Vit hava ynskt at varpa enn meira ljós á føroyskan hondbólt og fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum, so vit fegnast um, at KVF nú fer at vísa dystir í SMS og Burn-deildini og Faxe Kondi-steypakappingini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo