Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein maður sum var á ovastevuni í Nólsi í gjár verður nú skuldsettur eftir grein 119 í revsilógini, tí hann hótti vaktarfólk eftir lívinum. Tað var umleið klokkan fýra í morgun, tá nógv fólk vildu sleppa aftur til Havnar við ferjuni, at ósemja tók seg upp. Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava framt harðskap.

- Fólk í útsettum starvi, eitt nú politifólk, men eisini vaktarfólki sum í hesum førinum, eru serliga vard ímóti ágangi av hesi greinini í revsilógini, sum er ein herðing av greinunum sum annars snúgva seg um harðskap, sigur vakthavandi á politstøðini í Havn.

Í einum øðrum føri er ein maður skuldsettur fyri stuldur, tí hann stjól rúsdrekka frá eini av búðunum sum seldu ymiskt á ovastevnuni. Og onkur breyt eisini skilhaldsreglurnar, og fær eina heilsan frá politinum í tí sambandi.

Annars var fyri tað mesta friðarligt, hóast bæði Regatta og Ljósfest eisini var í gjár. Nakað var av fullum fólki, og hjá politinum høvdu tey nógv fólk til arbeiðis, bæði á sjógvi og landi, verður upplýst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo