Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hvannrók: Áhugavert kjak fer fram á Hondbóltskjaki, har Geir Wardum leggur upp til kjak um, hvørs man bara skal strika kappingarárið 2019/2020. Hetta er sjálvandi ein meining, men slett ikki eri eg samdur í hesi niðurstøðu. Og serliga, tá Geir sigur, at hetta er bara eitt ”bikar”, og tá sammetir hann uttan iva við koronastøðuna her heima og úti í heimi. Forkvinnan í HSF hoyrdist í Kringvarpinum siga, at tey arbeiða við ymsum møguleikum at enda kappingarárið í bestu deildunum, og yngru deildirnar spæla ikki meira, og meistararnir kosnir á skrivarborðinum men sjálvandi eru eisini tikin hædd fyri stigatalvuni. Nakrar viðmerkingar um innleggið hjá Geir Wardum.

 

Ikki kunnu vit spáa um framtíðina, tá talan er um ítrótt, og ítróttur kemur sjálvandi í aðru røð, tá talan er um koronakreppuna. Lættast er hjá hondbóltinum bara at kasta handklæði í ringin og siga, kappingarárið 2019/2020 er strikað. Tað vil siga, at dystir eru spældir til onga nyttu, tí endamálið við eini kapping er at finna ein vinnara. Øll stremba eftir at gerast meistarar, og tað er hæddarpunktið í kappingarárinum. Ikki bert eitt ”bikar” men stríð og strev og ikki minst peningur hjá feløgum at koma har til.

 

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo