Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

ICCA stendur fyri International Congress and Convention Association. Á ICCA ráðstevnuni luttaka umboð fyri leiðandi veitarar úr øllum heiminum innan MICE-ferðavinnuna. MICE umfatar fundir, virkisferðir, ráðstevnur og tiltøk.

Tænastuvinnan og ferðavinnan í høvuðsstaðnum eru í stórum vøkstri, og tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna skapar góðar karmar fyri hesari vinnu. Tað er ein avbjóðing at fáa ferðavinnuna at vaksa alt árið, og tí er tað umráðandi at fáa fleiri ferðandi til Tórshavn uttan fyri háárstíð.

Politiskt verður ferðavinnan tí raðfest ovarlaga. Hesi, sum hittust í gjár, vóru eisini saman til ráðstevnu í Krakow í fjør. Sera nógv varð gjørt burturúr í gjár, har nógv møttu í føroyskum klæðum, Gutti kokkaðist, og dansifelagið undirhelt. Kristianna Winther Poulsen helt røðu vegna kommununa. Visit Faroe Islands skipaði fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo