Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú nógv umrøða er av Fiskavirkisskipanini og ymiskir aktørar og vísmenn siga sína hugsan, halda vit eisini her á Norðfra í Leirvík at vit kunnu loyva okkum at hava hesar viðmerkingar.

Skipanin var gjørd, m.a. til at fyribyrgja tey sveiggj, sum frá náttúrunnar hond eru, tá veiða eftir botnfiski fer fram við Føroyar. Tað er nú einaferð so, at veður kann tarna fiskarí ella streymviðurskifti, og fær man úr hesi skipan. Goldið verður so eisini inn í hesa skipan samhaldsfast.

So eru fleiri vinnur komnar við, og tær gjalda eisin inn, so tær hava eisini sama rætt at fáa út.

Men trupulleikin er m.a. tann, at fleiri av hesum vinnum, m.a. laksavinna og uppsjóvarvinna hava heilt aðrar fortreytir at leggja sítt virksemi til rættis á. Tað hevur bæði við tøku og útseting at gera, prís útlit og sesong fiskarí, sum nú einaferð fyrigongur.  

Tað er hugstoytt at hoyra at laksafeløg tosa niður á hesa skipan nú. Øll vita at laksavirkir hava ligið still í fleiri mánaðar til tíðir og arbeiðsfólk hava fingið úr Fiskavirkisskipanini, tí betur; - men tá so árið er liðugt, so hava tey eisini móttikið bonus. Tað kann man seta stóran spurning við, hvussu tað hongur saman og samhaldsfesti.

At vit í dag hava stór feløg, sum fara avstað við nógvum arbeiðsfólki og tørvurin bara økist, er ein álvarsamur spurningur sum skal greiða fáast á.

Men vit kunnu siga herfrá okkum, at Fiskavirkisskipanin er ein skipan arbeiðsfólk tíbetur hava møguleika fyri at brúka, tá minni er at gera, og tað eru vit takksom fyri.

Ikki eru tað tey, sum tøma nakra skipan ella fáa ov mikið. Hetta er meir fyri at yvirliva.

At so flakavirki her á landi, nú hava torført við at skaffa nokk rávøru og liggja tungt í sjónum, er tíverri soleiðis.

Vit kunnu vóna og biðja eftir at botnfiskurin skal koma aftur á grunnarnar, so eisini vanlig flakavirki hava nokk at tríva í.

Tey hava mangan upp ígjøgnum árini verið í brotasjógvi og reist seg aftur.

Tað fara tey heilt vist at gera hesaferð.

Leif Høj,
Norðfra, Leirvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo