Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ókenda grøvin í Vági og deyðsattestin hjá John Henry Nicholls.

Ókenda grøvin í Vági og deyðsattestin hjá John Henry Nicholls.

Arnfinnur Thomassen í Vági hevur í langa tíð roynt at finna fram til, hvør ókendi sjómaðurin, sum varð grivin í Vági í 1942, man vera. Og nú sær út til, at maðurin er eyðmerktur, og kanska fer eisini at lukkast at finna fram til familjuna hjá manninum.

Grimsby telegraph skrivar langa grein um Arnfinn og royndirnar hjá honum at finna fram til, hvør maðurin var. Tað kemur millum annað fram, at John Henry Nicholls var giftur, átti tveir synir og at konan doyði í 1989. Hon giftist ongantíð uppaftur.

Grimsby telegraph hevur nú eftirlýst eftirkomarunum hjá John Henry Nicholls, sum helst er maðurin ið liggur grivin í Vági.

Les meira í Grimsby telegraph her

Kringvarp Føroya hevur søguna her

Ókenda grøvin í Vági og deyðsattestin hjá John Henry Nicholls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo