Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Vit hava roynt í longri tíð at ávirka Fiskimálaráðið, og seinastu tveir fiskimálaráðharrarnar at gera ásetingar, ið steðga hummara fiskiskapinum til húsbrúk, tó uttan úrslit, sigur Hummarafelagið millum annað í sínum hoyringssvari til nýggju lógina um sjófeingi.

- Hesin fiskiskapur er nú vorðin ein so stórur trupulleiki fyri tann vinnuliga fiskiskapin eftir hummara, at nú er vandi á ferð.

- Nógvur hummari verður veiddur og ongantíð skrásettur hjá Vørn, hetta kann ikki góðtakast, hesin hummari verður antin etin, ella enntá seldur til matstovur og privatfólk, av fólki við ongum hummaraloyvi.

- Um hetta ikki verður steðgað beinanvegin, kemur henda nýggja vinnan at gera enda á tí vinnuliga fiskiskapinum. Hesin reiðskapur stendur til stórt argilsi fyri hummarafiskarar, verður millum annað sagt.

Les hoyringssvar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo