Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ongantíð áður man nøkur samgonga og landsstýri hava avrikað so ússaliga, sum sitandi CEF-gongan.

Tað skortaði annars ikki á tilboðslepanum undan valinum. Einki var óført. 

Tjóðveldi lá ikki á latu síðuni. Saman við Javnaðinum, stytta arbeiðsviku – fyrst niður í 37 tímar, 50 mio kr til lønarlyft, bíligari at liva, markið fyri mótrokning hjá pensionistum hækkast, fleiri læknar, fleiri heilsustarvsfólk, minni skrivstovuveldi, ordna gongd í haga, slíta samstarvið við russar osfr. 

Ikki tí, Tjóðveldi var í harðari catwalk-kapping við sínar avtalaðu samstarvsfelagar, har serliga Javnaðurin var skutin frammanfyri, sum umframt skrivliga lovaði serbólkum lønarlyft, serliga sjúkrarrøktarfrøðingunum, sum høvdu verið fyri søguligum missmuni …..! 

Og so ikki at gloyma Framsókn, sum í sjálvsdyrkan segði seg vera vissan fyri haldføri og yvirskoti á fíggjarlógini, ið síðani hevur víst seg bara at vera heit luft.

Landsstýriskvinnan vildi vera ein onnur Háfoss, hon við yvirskotinum?

Landsstýriskvinnan gloymdi bara, at Háfoss als onga æru hevði av yvirskotinum frá 2016 og valskeiðið at enda.

Frá minus til javnvág
Tá borgarliga samgongan tók við í 2011, var væntaða undirskotið á fíggjarlógini (hjá Aksel V. Johannesen) knappar 700 mio kr.

Borgarliga samgongan fór tá beinanvegin undir at gera broytingar, serliga í skattaskipanini. Framdi flatskatt, forskattaði pensiónirnar o.a.

CEF, fakfeløg og miðlarnir vóru harðliga ímóti og CEF lovaði at rulla alt aftur.

Á inntøkusíðuni byrjaði alivinnan samstundis ordiliga at kasta av sær, eins og makrelavtalan frá 2013 veruliga boostaði inntøkurnar.

Tá so CEF kom til í 2015, var sum eftir ánni - nærum javnvág á fíggjarlógini og árini aftaná yvirskot. Sól og undanvindur alt valskeiðið. CEF rullaði einki aftur. At pynta uppá fíggjarlógina vóru útreiðslur tiknar av fíggjarlógini og lagdar í grunnar.

Mantra Tjóðveldis var síðani, at flokkurin var trygdin, hevði spart 1,5 milliard saman.

Henda sjálvsdyrkan og óseriøsa uppáhald endaði saman við øllum hinum politiska gluggapyntinum í sosialistisku gávubúðini til valið í fjør.

Bert til undanvind
Øll gjaringin gav ætlaða úrslitið. CEF tryggjaðu sær valdið á Løgtingi og síðani í landsstýrinum.

Tríeindin hálsfevndist og býtti á skinninum, so tey fingu tað, tey frammanundan høvdu ætlað sær. Av øllum fekk Tjóðveldi vinnumálini…. Ein politisk tvørsøgn!

Men hesaferð vóru umstøðurnar øðrvísi. Hann hevði skift ætt, nú var mótrák. CEF skuldi reka politikk og ikki sum fyrra skeiðið - breggja og dusa sær við nápaðnum fjaðrum.

Og úrslitið er tragiskt. Alt er savnað í einum stúgva. Flestu málini endað í ongum. Politiski vasið hevur aftur avdúkað, at CEF bert er til undanvind og undanbrekku. Lotar úr hanakjafti, er hurlivasin vísur. 

Skommin
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum gjørdist ein skomm. Úrslit av høpisleysu játtanini til ávísar starvsbólkar, har sjúkrarøktarfrøðingarnir síðani vóru pilkaðir burturúr. Hetta hóast teir skrivliga frá Javnaðinum vóru listaðir millum útvaldu, ið skuldu verða leskaðir úr gávubúðini hjá CEF.

Ómegdin er larmandi. Størst er hon hjá Tjóðveldi, sum umsitur alla vinnuna í landinum. Haðani er einki komið, sum byggir land.

Seinast, at 140 fólk eru søgd úr starvi á Bakkafrost, sum beinleiðis úrslit av lógini um tøkugjald, sum samgongan samtykti 17. mai, hóast tað var ritað í stein, at grundarlagið bleiv tikið undan meirvirkaðum laksavørum.

Orðaskreytið
Dramblætið og valdsfullkomileikin hjá landsstýrismanninum er hin sami. Júst sum við lógini um sjófeingi, har hann skúgvaði alla serfrøði og 39 av 40 hoyringssvarum til viks, og í politiskum trábeitni fekk trumfað ónýtiligu lógina gjøgnum Løgtingið.

Soleiðis eisini við lógini um tøkugjaldið. Ávaringarnar skortaðu ikki, men einki hjálpti.

Tá landsstýrismaðurin nú verður settur andlit til andlits við síni verk, so er svarið tað sama orðaskreytið - sum altíð, og sum eisini er mantraið um gongd í haga – tjóðarsemja, fólkaræðiligar mannagongdir, gjøgnumskygni og nú eisini wicked problems, altso, at landsstýrismaðurin stríðis við óvanliga kompleksar, fløktar og óloysiligar trupulleikar? 

Tað er svarið og sum vant, eingin ábyrgd, tað eru umstøðurnar og hini, sum hava feilin ella misstaka seg.

Eingin stirðil
Hetta er lagið hjá samgonguni. Seinast CEF tók við leiðsluni, komu tey til búgvið borð. Har var bara at taka av rokanum og rættunum.

Hesaferð, nú fyrst korona, síðani ræðslukríggið í Ukraina og inflatión krevur loysnir og haldføran politikk, er alt farið í upploysn. Har er eingin stirðil, bert hurlivasi. 

Tað er synd í føroyingum og Føroyum.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo