Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri munnu kenna stuttsøguna ”Húsvillur”, sum Martin Joensen skrivar í 1936, har hann hjartanemandi skrivar um Magnus, ið noyðist at rýma úr heimbygdini frá húsi og heimi við húski, tí hann klárar ikki at svara hvørjum sítt.

2022 er nærum komið at enda, men í mongum førum er støðan einki broytt, síðan MJ skrivaði ”Húsvillur”. Okkara ungu og lágløntu, ið fegin vilja seta føtur undir egið borð, noyðast kortini ikki at rýma frá húsi og heimi, men tað er tí, at tey hava ikki ráð til at ogna sær nakað at búgva í. Tey eiga einki, tey kunnu missa. Húsaprísurin og húsaleigan í miðstaðarøkinum – og aðrastaðni við - eru so óforskammað høg, at bara tey vælbjargaðu hava ráð til at fáa tak yvir høvdið. Stakir uppihaldarar og fólk við lág- ella miðalinntøku mugu bara standa og hyggja at, meðan onnur, ið hava ráð ella røttu foreldur, fara við tøku íbúðunum. Martin Joensen er eins viðkomandi í dag og eftir stóru fíggjarkreppuna í 1930-árunum.

Løgtingið og skattalætti
Løgtingið royndi at bøta um støðuna við at eggja fólki til at leiga sínar tómu íbúðir út. Tey fingu skattalætta. Kanska gjørdust fleiri íbúðir tøkar, men tað gagnaði bara útleigarunum.

Leigararnir noyddust at gjalda eins nógv og áður. Og tað kemur neyvan óvart á nakran, at so er. Støðan er í so máta óbroytt, og leigarin rindar tað, sum útleigarin krevur.

Oljuískoyti
Tó so, okkurt er komið burturúr. Nú oljan er dýrkað, kunnu fólk við lágari inntøku fáa oljuískoyti í bøtuflaka fyri dýrkaða húsahitan. Stakur uppihaldari hevur rætt til oljuískoyti eftir ávísum reglum, og tað er kærkomið hjá mongum. Men, har er eisini ”ein aber dabei”.

Í høvuðsstaðnum og á størru plássunum kring landið er ofta dýrt at liva. Húsaleigan er høg, og olja, streymur, matur, klæði og annað eru dýrir postar, so at millum lítið og einki er eftir, tá ið alt tað saman við skatti er goldið. Vit vita eisini, at støk eftirlønt, ið einans hava sína fólkapensjón at dúva uppá, í summum førum mugu fáa fíggjarligan styrk frá næstringum og øðrum fyri at fáa mettuna, fyri ikki at doyggja í kulda ella at missa heimið.

Tað er stór skomm fyri okkum, sum dagliga reypa okkum av, at vit búgva í heimsins besta og ríkasta landi.

Íbúðarstuðul
Í londunum kring okkum hjálpa tey á annan og skilabetri hátt. Har stuðla tey leigaranum við íbúðarstuðli, alt eftir hvussu høg húsaleigan er. Sama áttu vit at gjørt her í Føroyum, um vit veruliga vilja hjálpa okkara ungu, eldri og øðrum treingjandi. Og eingin undanførsla kann góðtakast um, at vit hava ikki ráð til tílíkt. Milliónir verða hegnisliga gandaðar fram til at gjalda hall á undirsjóvartunlum, bráðkomna koronukoppseting og annað mangt. Tá er einki óført.

Valverkur
Nú fólkatingsvalið er farið aftur um bak og valverkurin er av, verður spennandi at vita, um tey, ið ætla sær at stilla upp á komandi løgtingsvali, fara at gjara eins væl út til tað valið sum til fólkatingsvalið. Okkara millum ganga mong, ið hava lítið at liva av, bæði eftirlønt, støk, ung og onnur.

Vert at hugsa um
Danski presturin og rithøvundurin Johannes Møllehave, ið er kendur fyri at vera hittinorðaður og at raka seymin beint á høvdið, hevur millum annað sagt nakað soleiðis: ”Tað er gott, um øll fáa tað betri, men tað er betri, um øll fáa tað gott.”

Hans J. Hermansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo