Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Arbeiðsfólkið í Dalstunlinum
Spurningar:
1. Hví verður søkt eftir arbeiðsfólki til arbeiðið í Dalstunlinum?
2. Hvar er arbeiðsfólkið, sum arbeiddi í Dalstunlinum?
3. Er ósemja ímillum arbeiðsfólkini í Dalstunlinum og Landsverk, og um so er, hvat snýr ósemjan seg um?
Viðmerkingar:
Tað undraði ikki sørt, at Landsverk søkti eftir arbeiðsfólki til at arbeiða í Dalstunlinum. Arbeiðsfólkið – tunnilstoymið – hevur stórt sæð verið tað sama, síðan arbeiðið byrjaði, og fatanin hevur verið, at arbeiðið hevur verið gjørt til lítar.
Hóast undirritaði heldur, at tunnilsverkætlanir skulu bjóðast út, hevur ætlanin verið at savna vitan um tunnilsarbeiði í einum toymi hjá Landsverki, so hetta toymið kann standa fyri fleiri líknandi tunnilsverkætlanum í framtíðini.
Um tey, sum hava arbeitt í Dalstunlinum, ikki eru í starvi hjá Landsverki longur, gevur tað als onga meining at tosa um at savna vitan um tunnilsarbeiði í einum toymi, tí vitanin hvørvur við starvsfólkunum, og byrjast má av nýggjum, um sami leistur verður valdur fyri næstu tunnilsverkætlan.
Á Løgtingi, 26. mars 2024
Jacob Vestergaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo