Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Tað er ringt at fáa eyga á liberalar politikarar í løtuni. Jú, tað eru nakrir, ið kalla seg fyri liberalan, men tá tað kemur til stykkis, so fylgja teir sosialistiska politikkinum, sum øll hini føra.

Sosialisman ræður
Tann almenni geirin veksur við rúkandi ferð, óansæð hvør situr við valdið. Landskassin er undir hørðum trýsti av politikkarum, sum vilja sleppa at brúka pengar og deila gávur út til sínar veljarar. Tað snýr seg jú um at fáa so nógvar klientar til landið sum gjørligt. Endamálið hjá sosialistunum er at gera tann almenna geiran so stóran, at fólk ikki kunnu vera hann fyri uttan. Tey eru tá noydd at velja teir politikkarar, sum vilja deila út tann almenna stuðul einum tørvar. Á tann hátt kunnu sosialistarnir tryggja sær valdið frameftir.

Tað er muran í føroyskum politikki í løtuni, og tað sæst tíðiligt, nú valstríðið er byrja.

Eingin fíggjarpolitikkur
Fíggjarpolitikkurin í dag snýr seg um at brúka so nógvar pengar sum gjørligt. Løgtingslimir og landsstýrisfólk kunnu tá reypa á sosialum miðlum, um hvussu væl man hevur dugað at brúkt pengar hjá øðrum.

Endamálið burdi heldur verið at man brúkti skattaborgarans pening so skynsamt sum gjørligt. At fáa pengarnar at røkka so langt sum gjørligt. Pengarnir kunnu jú bara brúkast eina ferð.

Tað er eisini ábyrgdarleyst at geva skattlættar, samstundis sum man økir um tann almenna raksturin. Høvuðsmálið eigur heldur at vera at fáa almenna útreiðsluvøksturin til at steðga, og helst minkað nøkur % um árið.

Vanvirðiliga stýringin av skattaborgarans peningi kemur at kosta okkum dýrt. Skatta -og avgjaldsbyrðan kemur at kvæla føroysku familjuna. Tað er bara ein spurningur um tíð við núverandi fíggjarpolitisku kós.

Eingin leiðsla í landinum
Ein leiðari má onkuntíð taka truplar avgerðir. Avgerðir sum eru neyðugar, men ópopulerar. Hann átekur seg ábyrgdina, so at onnur ikki nýtast.

Beint nú er tørvur á einari sterkari fíggjarpolitiskari leiðslu. Ein leiðsla ið tekur tey neyðugu stigini til at steðga almenna útreiðsluvøkstrinum og styrkja haldføri í búskapinum.

Tíverri er eingin í politisku skipanini áhugaður at taka stóru uppgávuna til sín. Tí tað kann vera ópopulert og kann hótta trygga sessin ein hevur vunnið sær.

Ungdómurin kemur tíverri at gjalda fyri tað ábyrgdarloysið, ið gongur fyri seg í løtuni. Tey ungu offraðu mest undir koronu farsóttuni, har teirra persónliga frælsi bleiv skúgva til viks.

Einki liberalt mótspæl
Liberalisman hevur givið okkum tað frælsi og tann búskparvøkstur vit nýta gott av í Vesturheiminum. Tí er tað spell, at sosialisman hevur so stórt vald í Føroyum.

Tað persónliga frælsi og áræði er tað sum skal bera okkara samfelag frameftir. Við persónligum frælsi koma teir bestu eginleikarnir framm í fólki til at skapa virðir í samfelagnum. Vit mugu allatíð stimbra nýhugsan og íverksetan, so vit sum samfelag eru til reiðar at taka móti framtíðar avbjóðingum.

Tað er brúk fyri einari liberalari rødd í politisku skipanini. Ein sum heldur fast í liberalum prinsippinum og kann koma við liberalum hugsjónum og uppskotum.

Dømi um liberal uppskot kundu verið:

- Útbjóðing av almennum tænastum í eldraøkinum.

- Brúkaragjøld í heilsuverkinum.

- Privatisering av almennum partafeløgum.

- Umleggja studningin hjá lesandi til lán.

- Effektivisering í almenna-og eldraøkinum

- Flatan skattastiga á 35%

Hesi hugskot høvdu verið eitt stórt stig til at framtíðartryggja Føroyar, so næsta ættarliðið fær somu møguleikar til at liva og virka eftir.

Rói Vestergaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo