Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eg havi altíð beundrað Heina Gaard, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, tí hann undirbyggir altíð so djúpt og væl tað, sum hann skrivar, tá ið onkur finst at KVF.

Tað er ikki lætt at finnast at tíðindaflutninginum hjá KVF og fáa rætt, og kanska serliga ikki nú síðani Heini Gaard var settur fyribils sum tíðindaleiðari, tí hann er ein orðkringur og -knappur snillingur sum - ja, lat okkum bara siga - altíð hevur rætt.

Royndir hava verið gjørdar at funnist at politiska flutninginum hjá Kringvarpinum, har sagt hevur verið, at hann er í so vinstravendur, men nei, tað er hann also slett ikki, sambært Heina Gaard.

Men tað er ikki viðvíkjandi politskari slagsíðu at mín spurningur er, men viðvíkjandi stulduri av søgum.

VP hevði í morgun søguna um Pelagic í Fuglafirð, hvussu gott úrslit fyritøkan hevði síðsta ár. Hesi tíðindini stóðu at lesa á VP klokkan 08:23 í morgun. ( trýst her )

Og tey somu tíðindini stóðu so at lesa á heimasíðuni hjá Kringvarpinum klokkan 12:44 í dag ( trýst her )

Væl vita vit á VP, at eingin hevur útgávurættindi til eini tíðindini, men tað sum góður fjølmiðlasiður er, er at siga, hvar henda søgan upprunaliga kemur frá.

Hyggur tú í útlendskar miðlar sum endurgeva eina søgu, so verður klárt og greitt boðað frá, hvar henda søgan stóð upprunaliga. Og tað ger VP eisini uttan undantak, tá ið endurgivin verða tíðindi frá Kringvarpinum.

Hetta verður gjørt av miðlum og journalistum sum hava virðing fyri tí journalistiska arbeiðinum, og kemur helst undir góðan fjølmiðlasið.

Men tað ger KVF ikki, ikki uttan so tað er javnaðarmiðilin IN.FO sum skrivar, tá er greitt boðað frá í KVF, hvar søgan kemur frá.

Svara mær Heini Gaard, tíðindaleiðari fyribils, hví stjelur KVF søgur frá VP, uttan at siga hvar søgan er frá?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo