Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hevur hann ein persónligan trupulleika av skattamálinum hjá Eik Banka?

Astrup sigur, at málið er sera einfalt og at dokumentarsendingarnar hjá KVF hava lýst málið væl.

Í fleiri ár hevur hann við jøvnum millumbili endurtikið somu søguna so ofta, at mann fær illgruna um, at kanska liggur okkurt fjalt, sum Astrup ikki ynskir fram í ljósið.

Hvat bagir?

Málið varð sent løgregluni í august í fjør og teir miðlar, sum tevjaðu blóð roknaðu við, at málið skuldi ganga skjótt.

In.fo skrivaði longu í oktober í fjør, at nú kemur fútin at taka støðu innan ein mánaða.

Men í november kallaði fútin inn til tíðindafundar (helst kallaði Kølbæk inn til tíðindafundar fyri at fáa frið fyri Miðlahúsinum og ávísum Astrup fjeppum í KVF) og segði, at arbeitt var við málinum bæði í Føroyum og Danmark, og at ein avgerð fyrilá væntandi skjótt, av tí at málið hevði stóran almennan áhuga.

So var kvirt í ½ ár, inntil fyri fáum døgum síðani.

Tá segði fútin við KVF, at tey fólk, sum arbeiddu við málinum, eisini høvdu aðrar uppgávur at røkja og at hetta fór at taka tíð.

Málið skuldi upprunaliga avgreiðast skjótt. 

Men nú fær man varhugan av, at málið liggur djúpt niðri í eini skuffu hjá donsku bakmansløgregluni.

Helst er málið lítið áhugavert hjá løgregluni.

Men fútin segði eisini við Kringvarpið, at tað fyrsta løgreglan skal finna útav, er, um Eik veruliga hevði ein frádráttarrætt fyri good-will.

Men hví brúka fútin og bakmansløgreglan so nógva tíð at kanna tað, sum Astrup og hansara viðhaldsfólk í KVF longu hava ”avdúkað” sum eitt einfalt mál?

Hví reisir fútin ikki beinanvegin ákæru móti Eik og leggur greinarnar hjá Astrup og dokumentarsendingarnar hjá Liljuni Weihe og co. fyri dómaran sum próvtilfar í rættinum?

Nú veit ákæruvaldið av royndum, at skal dømandi valdi sannførast, so skal nøktandi próvtilfar á borðið.

Og kanska metir Kølbæk, at ”prógvini” hjá Astrup, Jan Lamhauge, Liljuni ofl. neyvan bera á mál í rættarhølinum.

Sambært Astrup skilir eingin skattamálið uttan Astrup sjálvur.

”Eyðun Mørkøre har ikke forstået….” og ”Johnny í Grótinum har ikke forstået….” osfr.

Nógv bendir á, at løgreglan fer at sleppa málinum og tá er ikki trupult at gita, hvussu næsta yvirskriftin hjá Astrup verður:

”Bagmandspolitiet har ikke forstået skattesagen.”

Betri kundi

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo