Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Marjun og Astrid avmyndaðar á Býarbókasavninum (mynd: Lív Arge Simonsen)

Uppslagið sýnir gentu og drong, og harumframt eru ávísir kropspartar teknaðir neyvari

Marjun og Astrid avmyndaðar á Býarbókasavninum (mynd: Lív Arge Simonsen)

Marjun og Astrid avmyndaðar á Býarbókasavninum (mynd: Lív Arge Simonsen)

Uppslagið sýnir gentu og drong, og harumframt eru ávísir kropspartar teknaðir neyvari

Í hesum døgum fáa allir dagstovnar, skúlar og frískúlar í Tórshavnar kommunu uppslagið “Hvat eitur alt á mær?”. Uppslagið lýsir heitini á mannakroppinum, og er tað fyrst og fremst ætlað børnum og ungum, so tey lættari kunnu læra at kenna hesi heiti.

Á uppslagnum eru genta og drongur, og ávísir kropspartar eru teknaðir neyvari, t.e. hond, fótur, høvur, eyga, oyra, munnur og tenn.

Miðað hevur verið eftir at gera uppslagið so námsfrøðiligt sum møguligt, so tað er lætt hjá børnum at skilja og læra.

Heitini eru ásett í samráð við Málstovuna og Nám. Harumframt hevur verið leitað til heimildarfólk úti um landið. Eisini hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen veitt ráð, tá ið ivamál hava tikið seg upp.

Tilfarið er sostatt gjørt við neyvleika fyri eyga og byggir á haldgott støði.

Okkara orðfeingi er sera týdningarmikið, og lívgast má um tað. At hava eitt nøktandi orðfeingi hevur týdning fyri alt okkara samskifti. Ikki minst er tað støðislig vitan at duga heitini á mannakroppinum hjá bæði vaksnum og børnum.

Astrid Andreasen, ið er sera roynd á hesum øki, hevur teknað myndirnar til uppslagið. Hon hevur drúgvar royndir at tekna myndir, ið eru partar av frálærutilfari. Astrid hevur í nógv ár verið knýtt at Náttúrugripasavninum, har hon við síni kønu hond hevur teknað til framsýningar og útgávur. Hetta arbeiði hevur fevnt um alskyns lívverur, eitt nú plantur, tarar, fuglar og fiskar.

Stigtakari er Marjun A. Simonsen, ið er málfrøðingur. Hon hevur royndir í orðabókaarbeiði og hevur m.a. verið málsligur ráðgevi í sambandi við bókarverk at nýta í frálæru, eitt nú Føroya Náttúra. Lívfrøðiligt margfeldi. Hon hevur virkið Orðafragd, sum kann veita ráðgeving, tá ið føroyskt vísindamál skal mennast, og harumframt skipar hon skeið og framløgur, týðir og rættlesur.

Stuðlað verkætlanini hava Tórshavnar kommuna og Betri.

Uppslagið er uml. 50 x 70 cm til støddar. Føroyaprent hevur sett upp og prentað.

Uppslagið sýnir gentu og drong, og harumframt eru ávísir kropspartar teknaðir neyvari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo