Hendan fitta, nýggja bókin er um Hera Haru. Heri er ein forvitin føroysk hara. Ein morgunin Heri Hara er farin út at leita eftir morgunmati, finnur hann okkurt, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, hvat finnur Heri Hara?
Í bókini hittir Heri Hara millum annað Gretu Grind og Virgar Veðr, ímeðan hann roynir at finna út av, hvat tað er, sum hann hevur funnið.
Jóhanna Thomsen hevur skrivað og myndprýtt bókina. Bókin er innbundin, hon er 32 síður og hóskar til børn í aldrinum 2-5 ár.
Mentanargrunnur Landsins og Nes kommuna hava stuðlað útgávuni. Bókin er at fáa í bókahandlunum kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo