
Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurd Poulsen

Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurd Poulsen
Allur heimurin fór heim í stovurnar, tá ið korona kom í vár. Í Føroyum fór nýtslan niður, og hugurin hjá altjóða marknaðinum at keypa føroyskar vørur tódnaði.
Men hvussu hevur gingist føroyska búskapinum síðani? Og fer korona at ávirka gongdina í 2021?
Hvørji eru útlitini fyri 2021? Og kunnu vit vænta, at gongd kemur á útflutning og flogferðslu?
Fá svarini og nøkur góð ráð við á vegnum, tá ið Búskaparráðið leggur fram heystfrágreiðing sína í Norðurlandahúsinum týsdagin 15. september kl 10. Kaffi og onkur biti verður at fáa áðrenn.
Øll eru vælkomin (avmarkað til 100 fólk – men tað er nógv fyri eina búskaparfrágreiðing)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo