Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú í morgun var aftur ein gudsjammurlig sending í útvarpinum um Kollafjørð. Seinast vóru tað hoyvíkingar, sum østu alt upp í skúm, hesaferð ein heimasandsmaður.

Umframt var ein útvarpsvertur, sum var so bedrøviliga íðin at bróta borgarstjóran av, at mann skuldi trúð hann stóð á akutt-bíðilista eftir grundøki í Kollafirði.

Tað eru bara fýra mánaðir síðan borgarafundin, tveir av teimum mánaðunum hava almennar skrivstovur verið lítið tilgongiligar. So tað er í grundini óført, at kommunan longu hevur loyst fleiri av málunum og hini eru ávegis.

Hvat trivnaðarátøkum viðvíkur, eru fáar bygdir so væl fyri sum Kollafjørður. Her er alt, sum heimasandsmaðurin eisini vísti á. Men ungdómurin vil helst búgva aðrastaðni.

Sum sæst í frágreiðingini frá kommununi koma nú grundøki á Signabø og á Lygnesi - og so er ein stór miðbýarætlan ávegis við Sjógv.

Felags fyri hesar ætlanir er, at grundøkini verða boðin út – og onki verður bygt, um eingin áhugi er.

So er eftir at síggja, um kollfirðingar veruliga hava hug at búgva í Kollafirði. Brúka vit Hamrabø sum dømi, so sær óbegrípiliga svart út.

Persónliga kundi eg hugsað mær at hoyrt, hvat almindeligir kollfirðingar halda. Tími ikki at hoyra meira frá hesum politiskt aktivu til- og fráfluttu ófólkaligu rópholunum, sum bara grugga málið.

Latið okkum nú taka tað róligt, til kommunan er klár at leggja úrslitini av arbeiðinum fram.

kollfirðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo