Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hví er alt so dýrt? Tað er ein spurningur, sum flestu føroyingar seta sær, tá teir m.a. fara til handils, skulu leiga ein bústað ella keypa eini hús. Tí hava vit sett okkum fyri at finna útav, hvat vendir upp og niður í samband við høga prísvøksturin seinastu tíðina.

3. februar, kl. 19:00 verður kjakfundur á Reinsarínum, har vit fáa innlit í støðuna. Vit fara at kjakast og sparra.

Og tú sleppur eisini til orðana, um tú hevur eina viðmerking ella spurningar til panelið. Og vónandi finna vit eisini fram til ymiskar loysnir, so vit fáa vent gongdini.

Panelið er mannað av fimm persónum, sum umboða ymiskar síður av støðuni:

Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur.
Sonju Jógvansdóttir, samskipara hjá Samtak.
Høgna Hoydal, politikari og hevur innlit í príseftirlitið.
Niels Winther, stjórá á Vinnuhúsinum.
Súna Selfoss, forfólk hjá Starvsfelagnum.

Beinta Løwe er orðstýrari.

Tórsgøta er fyriskipari av tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo