40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað sum hendi í Danmark var einki minni enn ein kollvelting. Teir báðir flokkarnir Sosialdemokratarnir og Vinstra saman við fyrrverandi vinstraformanninum Løkke, eru farnir í samgongu. Meiriluturin er tryggjaður við teimum fýra fólkatingsmonnunum, sum eru valdir í Grønlandi og Føroyum. Idémaðurin er Løkke, men uttan viðspælaran Mette Frederiksen hevði Hetta ikki verið møguligt.

Mette hevur eygleitt politisku gongdina í Grønlandi, og er eftir øllum at døma komin til tað úrslit, at tað væl kann hugsast, at Grønland ger av at loysa frá Danmark. Setir Danmark seg ímóti hesum ynski, verður Danmark heimin í kring flokkað upp í tey koloniveldini, sum hava sett seg ímóti loysingarrørslum. Tey lond, ið nú hava fingið sjálvstýri, halda saman í altjóðasamfelagnum, og Danmark vil fegin samstarva við tey.

Men er Grønland ikki ein partur av Danmark eins og danska stjórnin sigur at Føroyar eru?

Hetta heldur tann fyrrverandi bretska koloniin USA ikki.

USA hevur gott um at halda. Í tí fyrsti handilssáttmálanum, sum var gjørdur millum USA og Danmark, verður ásett, at hann ikki er galdandi fyri koloniuna Grønland (eins litið og fyri koloniuna Føroyar). USA hevur noterað sær, at Grønland og Føroyar ikki eru partur av Danmarkar ríki, og hevur ongantíð fingið nakra fráboðan um, at markið millum Grønland og Føroyar øðrumegin og Danmark hinumegin er broytt so at Grønland og Føroyar, hesar báðar donsku koloniurnar, eru innlimaðar í Danmark. Tann sum ivast í hesum kann fara inn a internetið og sláa upp í faktabókini hjá CIA, har Grønland ikki verður roknað upp í Danmark, men at Grønland har sigst vera heimsins tólvt størsta land.

Men kann nýggja danska stjórnin ikki bara gera ein sáttmála við Grønland um at tað fær sjálvstýri uttan at Føroyar fylgja við?

Sjálvandi er mangt hugsandi í altjóða politikki, men slapp Danmark ikki av við koloniuna Føroyar samstundis sum tað slepti Grønlandi, so var Danmark framvegis í eygunum hjá USA og øllum hinum fyrrverandi koloniunum eitt av heimsins koloniveldum.

Harafturat kemur, at verður hugt eftir tí veruligu støðuni, er eitt altjóða mark uttan um Grønland og Føroyar, men einki mark er millum Grønland og Føroyar.

Um so er, at Føroyar ikki vilja vera við í grønlendsku loysingartilgongdini, er neyðugt at Danmark vegna Føroyar ger eina traktat við Grønland um at eitt altjóða mark verður sett millum frælsa Grønland og ta donsku koloniuna Føroyar. Hendan traktat skal samtykkjast av bæði Grønlandi og Føroyum, sum higartil hava verið eitt ríki.

Hetta er valla ein tilgongd, sum nýggja danska stjórnin hevur hug til at fara undir.

Nú vit skulu fáa nýtt landsstýri er helst vert at hjálpa donsku stjórnini at fáa hetta mál frá hondini uttan at óneyðugt rok kemur burturúr.

Eitt hugskot hevði verið at vit í samskifti okkara við Danmark fóru at tala við einari rødd í hesi lagnustund. Tí kunnu vit leggja fyri við at gera eina landsstýrissamgongu, har allir flokkar á tingi eru við. Tá hevði borið til at siglt um allar streymtangar.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo