Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví letur Betri bert 10 mió. kr. í vinningsbýti til sínar eigarar, meðan BankNordik kann lata heilar 250 mió. kr. til sínar eigarar?

Tað tykist sum onkur í umboðsráðnum (UR) í Ognarfelagi Tryggingartakaranna (OT), sum eigur Betri-samtakið, er vaknaður við kaldan dreym, tí OT hevur ov stóra egingogn – ja, smáar 4 mia. kr!

OT er snøgt sagt komin í neyð av ov nógvum peningi.

Søgan um, hvussu hesin stóri kapitalgrunnur, sum (um vit kalla tað við penum orðum) er goldin av øllum tryggingartakarum í Føroyum, er vorðin til, er í stuttum søgan um eina monopolstøðu á tryggingarmarknaðinum í ¾ øld, sum kyniskt er útnyttað við viðtøkuáseting, sum ikki loyvdi útluting av vinningi (“ársúrslitið verður at flyta til næsta ár”).

Seinni er kapping komin á økinum og monopolfelagið, sum bleiv til Betri, fekk kapping, men helt tó fram við ásetingini um, at allur vinningur bleiv í felagnum.

Soleiðis vaks eginognin við rúkandi ferð og er nú blivin til 3,85 mia. kr.

Royndi sjálvur , meðan eg var umboðsráðslimur 2012-18 at broyta hesi viðurskifti, og hetta eydnaðist við tógvi stríð, men ikki fyrr enn leislan, sum stýrdi UR, innsá tað skilagóða í, at møguleiki var fyri at lata tryggingartakarum, sum eiga hendan kapitalgrunnin, eitt sindur aftur.

So skuldi tú trú, at peningur bleiv útlutaður beinanvegin – men nei, tað bleiv ikki gjørt fyrr enn 6 ár vóru gingin.

Meðan BankNordik, sum er undir somu SIFI-treytum, sum Betri Banki, hevur útlutað eina mia. kr., hevur Betri í sama tíðarskeiði bert útlutað 50 mió. kr.!

##med2##

So ei undur í, at Jákup E. Hansen, UR-limur við ávirkan, vaknar við kaldan dreym, tí eginognin snøgt sagt er vorðin ov stór. Sum SIFI-banki skal Betri ikki kunna fara á heysin, men fyri tans skuld er ikki neyðugt at ganga bæði við reim og seðlum og grava nógvar talentir niður í jørðina. Danskir SIFI-bankar hava ein solvens upp á 17-18 %, BankNordik upp á 21 %, men Betri hevur ein solvens upp á heili 35 %. Hetta er tað, Jákup E. Hansen endiliga hevur innsæð.

Men so gevur hann allíkavæl myndugleikunum skyldina fyri, at Betri ikki kann útluta meiri enn 10% av tryggingargjøldunum í vinningsbýti. Men hetta passar sjálvandi ikki. Tryggingareftirlitið veit onki um, at Betri hevur fingið nakað hámark og Kappingareftirlitið hevur góðkent ein fyrispurning frá Betri um at útluta uml. 10 % av tryggingargjøldunum (sí viðfesta kut úr viðgerð hjá Kappingarráðnum).

##med3##

Sostatt er tað leiðslan í Betri, sær sjálvum lík, sum hevur biðið um at fáa hetta hámarkið, tí tað er nevndin í OT, sum avger støddina og sum UR ikki kann hækka, bert lækka.

Um leiðslan í Betri bað um góðkenning av útlutan av upphædd svarandi til 50%, kann gott vera, at Kappingarráðið eisini góðkendi hesa upphædd.

Annars stendur onki í reglugerðini hjá OT um tryggingargjald sum mát fyri útlutaninna, men tvørturímóti er vinningsbýti tengt at ársúrslitinum og kapitalgrundarlagnum.

So at nýta góðkenning frá Kappingarráðnum av útlutan í mun til tryggingargjøld sum hámark, er sum ein funnin fressur at avmarka vinningsbýtið!

Jóhan Petersen, umboðsráðslimur 2012-18

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo