Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri fáum árum síðani opnaði landsstýrismaðurin nýggjan tunnil og nýggjan veg norður til Viðareiðis.

Kostnaðurin av hesum átakinum togaði um kr 400 mió tilsamans?

Í seinastu viku legði sami landsstýrimaður fram uppskot at játta 500 - 600 mío krónur til tunnil og vegagerð Norður um Fjall - Ivaleyst tiltrongt, hóast bíða kundi veri eina tíð, nú so nógv verður gjørt, og avlopið á fíggjarlógini er snarað til hall!

Tá koyrandi verður Norður um Fjall eftir nýggju leiðini, koma ábøturnar á vegakervið úr Klaksvík til Viðareiðis at kosta 1 góða mia. krónur.

Í Suðuroynni eru seinastu árini boraðir Hovstunnil, Hvalbiartunnil og skjótt eisini ein Fámjinstunnil. Eisini hesir tunnlarnir fara at kosta 1 góða mia tilsamans!

MEN - tá ábørturnar á vegakervið í Norðoyggjum kosta góða mia krónur, og Suðuroyartunnlarnir kosta somu upphædd, meðan nýggi Sandoyartunnilin “einans” kostar áleið tað sama, hví skal tað tá kosta kr 150,- at koyra til/úr Sandoynni, meðan tað als einki kostar at koyra gjøgnum Suðuroyar- og Norðoyartunnlarnar?

Haldgóðar grundgevingar tørva!
Er grundgevingin einans hon, at tann eini er ein undirsjóvartunnil, og tí kostar umleið fimmhundraðtúsin krónur árliga meira at reka enn hinir, ið eru yvirsjóvartunnlar?

Øll eiga at vita, at einasti munurin á einum undir- og yvirsjóvartunnli er, at vætan í undirsjóvartunnlinum ikki rennur út av sær sjálvum, men skal pumpast. Í allar aðrar mátar eru yvir- og undirsjóvartunnlar eins!

Pumpurnar í t.d. Vágatunlinum kosta millum 200 og 250 túsin krónur at reka árliga. Metast kann tí, at árligi kostnaðurin at pumpa vætuna úr Sandoyartunnlinum verður uml. kr 500 tús.

Eru tað hesar 500 túsund krónurnar, ið gera, at sandoyingar skulu, meðan viðareiðisfólk og suðuroyingar ikki skulu gjalda bummpengar??

Ella er grundgevingin hon, at sandoyingar so langar tíðir hava goldið ferðina til meginøkið, og tí bara skulu halda áfram at gjalda??

Men, er júst hettar seinasta ikki grundgeving fyri, at sandoyingar skulu sleppa undan, meðan onnur, ið higartil hava ferðast frítt, byrja at gjalda? Væl at merkja, um ikki bæði tunnlar og vegakervið annars skal gjaldast yvir vegskattin, skrásetingargjaldið, brennioljuavgjaldið og MVGið av brennievninum?

Ella eigur tað bara at vera so, at sandoyingar skulu verða lægri í metum enn norðingar og suðuroyingar, og tí ikki eiga somu rættindi uppiborin?

Nýtslugjald á Sandoyartunnilin er skilaleyst
Í Sandoynni búgva nakað sama tal av fólki, sum í Vestmanna og á Válum. Dagliga ferðslan til og úr hesum báðum bygdunum liggur um 1700 akfør.

Orsakað av tunnilsgjaldinum roknar p/f Eystur- og Sandoyartunnil einans við 410 akførum dagliga gjøgnum Sandoyartunnilin.

Er tað ikki heilt burturvið, at samfelagið brúkar 1,2 - 1,4 mia til ein Sandoyartunnil, og samstundis minkar ágóðan av íløguni við 75% við einum nýtslugjaldi her, meðan onnur kunnu koyra frítt?!

————————

Sandoyartunnilin eigur at verða loystur frá Eysturoyartunlinum, og saman við landskassainnskotinum uppá 400 mió krónur at verða fíggjaður úr landskassanum. Samstundis eigur ætlaða nýtslugjaldið at verða strikað.

Tá verður bíligari at brúka Eysturoyartunnilin, og eisini ágóðin úr hesi íløguni, verður nógv størri!

Kanska er skilabest at útseta ætlaðar nýggjar tunnilsíløgur, har longu er koyrandi, eina tíð!!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo