Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Religiónskritikkur var einaferð eitt stórmál hjá vinstravonginum, men næstan ongar atfinningar eru av islam á vinstravonginum, sjálvt um islam er beint ímóti fleiri av idealunum hjá sosialismuni, verður skrivað í Kristeligt Dagblad.

- Minkandi týdningurin hjá kirkjuni í samfelagnum og stóra tilflytingin úr muslimskum londum bjóðar tradisjonella religiónskritikkinum hjá vinstravonginum av. Tí hvat verður sagt til og gjørt, tá ið muslimskar tilflytarakvinnur ikki vilja taka í hondina á monnum, og kanska brúka niqab, taka undir við steining og nokta, at samkynd skulu hava rætt til at giftast, skrivar miðilin.

Greinar um vantandi islamkritikk hjá vinstravonginum hava eisini útloyst eina oddagrein í Kristeligt Dagblad. Undir yvirskriftini ”Vinstravongurin sleppur religiónskritikkinum upp á fjall” skrivar redaktørurin Erik Bjergager, at vinstravongurin við sínum vantandi kritikki vendur blinda eyga til kúganina hjá islam av kvinnum, kynsligar minnilutar og aðrar religiónir, herundir forfylgingina av kristnum í teimum muslimsku londunum.

- At tiga um trælkanina hjá islam er at taka undir við henni. Og hví er vinstravongurin komin hartil? Tann sosialistiski religiónskritikkurin krevur eitt rannsakandi servicueftirlit. Religiónskritikkurin sum søguliga hevur verið so týðandi í menningini av demokratiunum og rættindum hjá borgarum, átti eisini at verið ein grundarsteinur hjá modernaða vinstravonginum, skrivar redaktørurin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo