40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 2020 hendi tað 111 ferðir ímillum dreingjabørn. Men í 2021 var talið komið uppá 187.

Enn verri var hjá gentunum.

Í 2020 hendi tað 724 ferðir. Men í 2021 hendi tað heilar 1267 ferðir at ein genta í Danmark royndi at taka sítt egna lív.

Sostatt hendi tað í fjør í miðal heilar fýra ferðir um dagin hvønn dag á árinum, at børn yngri enn 15 ár royndu at taka sítt egna lív.

Tað kemur fram í grein í Jyllandspostinum.

Ræðandi tølini skaka serfrøðingarnar, sum halda orsøkin skal finnast í mistrivnaði ímillum tey ungu.

Árini 2011 til 2013 minkaði talið á teimum sum royndu at taka sítt egna lív, bæði í aldursbólkinum 10-14 ár og 15-19 ár. Tað hongur saman við, at um hetta mundi kom aldursmark á at keypa pínutablettir, sum kunnu fáast í handkeypi, eins og hesar tá vórðu pakkaðar í minni pakkar.

Britt Morthorst sum granskar í barna- og ungdómspsykiatri við lærda háskúlan í Keypmannahavn sigur, at tølini mugu takast í størsta álvara.

- Sjálvmorðstankar er ikki nakað, sum man bara finnur uppá. Tað er ein støða, tá man er so illa fyri sálarliga, at man sær ongan annan útveg. Og tað er eisini galdandi fyri børn og ung.

Felagsskapurin Børns Vilkår hevur eina telefon, har børn kunnu ringja um tey ikki hava tað gott. Seks prosent av øllum samrøðunum í fjør snúðu seg um sjálvmorðstankar. Tað eru 10 samrøður hvønn dag. Umboð fyri felagsskapin siga við Jyllandspostin, at nógvar av samrøðunum snúgva seg um einsemi og kensluna av at standa uttanfyri felagsskapin.

Rasmus Kjeldahl frá Børns Vilkår sigur, at eitt annað, sum eisini gongur aftur, er happing.

- So leingi sum tað bara gongur fyri seg offline er tað ikki líka ringt. Men tá onlinedimensiónin kemur afturat, klára tey ikki longur at bera tað. Tá koma sjálvmorðstankarnir. Tey missa tamarhaldið og sleppa ikki burtur frá tí, sjálvt um tey flyta skúla, sigur hann.

Danmark hevur onga landsfevnandi ætlan fyri at minka talið á børnum og ungum sum royna at taka sítt egna lív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo