Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú síggi eg í fjølmiðlunum, at okkara fólkatingslimir hava fingið gávu umleið 79 mió kr. úr danska landskassanum til ávís øki í Føroyum.

Hetta liggur sjálvsagt uttan fyri raksturin hjá okkara landskassa.

Fyri tíð síðan lá Edmund á odda við upphædd úr Danmark til Salt á Tvøroyri, men hesuferð tapti hann:

Sjúrður kemur ”heim” við 48 mió kr. og liggur stavnin frammanfyri.

Meðan Edmund bert hevur 31!

Í fráboðanini verður sagt um t.d. Gávuna hjá Edmund, at hetta er Sambandsflokkurin, ið stendur aftanfyri!

Sambandsflokkurin hevur júst verið í krisu, tí Johan Dahl ikki fylgir flokki sínum um ávís peningalig rættindi til homoseksuel, men nú Edmund gongur egnar leiðir í navninum hjá Sambandsflokkinum, so spyrji eg meg sjálvan:

Hava samstarvsflokkarnir í samgonguni góðtikið einvísu støðuna hjá Edmundi, men ikki hjá Johan?

Eg orki ikki tankan, um nú Tjóðveldið sat á fólkatingið: Hvat mundu teir so komið heim við?

So kanst tú spyrja meg sum fólkafloksmann: Hvat hevði tú vóna, at tykkara møguligi fólkatingslimur hevði komið heim við?

Svar mítt er: Ongum!

???

Okkara inntøka til gjald av okkara samfelag skal koma frá okkara egnu framleiðslu á sjógvi og á landi.

Inntøka av olmussu verður altíð eitt lík í lastini hjá okkara stoltleika!

Hvussu fara tá fólkafloksframleiðarar at roynast í fíggingini?

Jú, tá hesir fáa arbeiðs-og virkisfrið, so er politiska átakið at áleggja hóskandi avgjald til samfelagið, men peningur er ikki tøkur, fyrr enn teir eru slopnir til arbeiðis!

Sjálvsagt veit eg, at teir vilja ikki av við pengarnar, men munurin her er, at nakað er at taka av, men verri er hjá biddarum og krevjarum!

Einaferð skrivaði eg um hønuna og gulleggið: 

”Um tú hønu eigur, sum gullegg verpur í reiður: Gev henni korn eftir besta tykki, men drep og kryv hana ikki”!

Eyðun Mohr  Viderø
06.12.2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo