40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um radaramálið eftirhondini. Og eg kann gott skilja at tað kann verða møðsamt at skula hoyra og lesa um so nógv og oftani. Men tað hevði ikki verið skrivað og sagt so nógv um málið, um tað ikki hevði stóran týdning fyri okkum øll. Eisini hóast tað ikki er so lætt at síggja.

Men nú er tað nógv sum bendir á, at Landsstýrismaðurin skjótt ætlar at geva donsku stjórnini tilsøgn at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum, sum verður undir danska hervaldinum. Nakað, sum eg haldi vera blóðskeivt, og tann ringasta avgerðin, ið vit kunnu taka.

Lat ongan iva vera um, at tað hevur týdning, at mann veit hvat fyriferst í føroyska loftrúminum. Tað hevur ongantíð verið spurningurin. Tað hevur heldur ongantíð verið ein spurningur um, hvørt vit skulu vera ein partur av vesturheiminum ella ikki. Tað eru vit.

Tað eru vit – ikki tí at vit hava svorið trygdareið til Danmark, EU, NATO ella nakran annan – men tí at vit eru eitt liberalt fólkaræði, sum virðismetir og verjir trúarfrælsi, savningarfrælsi, talufrælsi, skrivifrælsi, frælsar miðlar, rættartrygd og javnrættindi. Tað er í tí samanhanginum at vit eru, og framhaldandi skulu verða ein partur av vesturheiminum. Vit hoyra til tann vesturlendska virðisfelagsskapin.

Kjakið snýr seg ikki um radara ella ikki. Kjakið snýr seg heldur ikki um vesturheimin ella ikki. Tað, sum hetta kjakið veruliga snýr seg um, er hetta:

Hvør skal mynda menningina í Føroyum framyvir? Hvør skal mynda menningina í Arktiska økinum? Hvør skal hava ræðisrætt í Føroyum? og vilja vit taka ábyrgd av okkum sjálvi, og verða ein partur av heiminum?

Tað sum hevur verið mítt argument frá byrjanini – fyri so vítt heilt aftur til eg stillaði upp í politikki fyri fyrstu ferð – er, at vit skulu taka ábyrgd av egnum viðurskiftum, og vera í miðdepilin av menningini í økinum rundan um Føroyar. Hetta er galdandi bæði innanhýsis og uttanhýsis.
Innanhýsis merkir tað, at vit taka ábyrgd av og ræði á egnum viðurskiftum. Lógarsmíð, vinnulív, fíggjarlig viðurskifti, samfelagsmenning sum heild, til frama fyri land og fólk. Tað er fyrst og fremst føroyska stjórnin, sum hevur evstu ábyrgd av lív, heilsu og vælferð hjá Føroya fólki. Tað hevur ongin donsk lóg ella kongalig fyriskipan ávirkan á.

Uttanhýsis merkir tað, at vit umboða okkum sjálvi úteftir, á sendistovum og í millumtjóða og altjóða felagsskapum. Eisini merkir hetta, at vit síggja okkum sum ein part av heiminum, og gera okkara skyldu í trygdar- og verjuspurningum, samstarva altjóða um at basa veðurlagsbroytingar og verja okkara umhvørvi, luttaka í fleirtjóða granskingarverkætlanir og stuðla neyðstøddum kring heimin. Tað er fyrst og fremst føroyska stjórnin, sum er okkara andlit úteftir, og tosar og handlar okkara vegna. Tað hevur heldur ongin donsk lóg ella kongalig fyriskipan ávirkan á.

Radarin er onki undantak. Vit eiga at taka ábyrgd, og skipa hesi viðurskiftini soleiðis, at Føroyar er ein partur av eftirlitsskipanini hjá NATO. Men tað krevur, at Føroyar er rætti samráðingarparturin, tá ið tað kemur til at ganga ynskinum hjá NATO um ein eftirlitsradara á møti.

Tað má vera soleiðis, tí vit mugu kunna seta treytir fyri, hvussu eitt slíkt samstarv skal rigga. Tað er aftur hetta við at mynda menningina í økinum, eisini hvørjum trygdar- og verjupolitikki viðvíkur.

Og fyri meg er tað einfalt. Vit skulu fara í beinleiðis samráðingar við NATO, og ganga teirra ynskir á møti, treytað av, at radarin liggur undir føroyskum myndugleikum, er mannaður av skikkaðum føroyingum, ið fáa útbúgving til endamálið um neyðugt og at tað er Føroyar sum skal samskifta beinleiðis við NATO og aðrar viðkomandi samstarvspartar.

Og hetta er als ikki fjarskotið. Íslendska stjórnin ger júst hetta. Ísland hevur fýra radarar av tí slagnum, vit kunnu vænta her í Føroyum, og teir eru undir íslendsku bjargingartænastuni. Síðani samstarva teir við NATO og útflýggja teimum loftmyndirnar, og afturfyri fáa teir verju av loftrúminum. Harumframt samstarva teir eisini um ein rættvísan fíggingarleist, har NATO (NATO Support and Procurement Agency) og Íslendska stjórnin fíggja radararnar í felag.

Tað kann leggjast afturat, at Ísland umsitur Føroyskt loftrúm ígjøgnum einum sáttmála sum teir hava gjørt við Danmark og fær pengar til at gera hetta frá altjóða loftferðslumyndugleikanum. Einasta orsøkin til at teir megna at gera hetta, er júst tí at teir hava ræði á fýra hátøkniligir radarar.

Føroyar kundi brúkt júst hetta modellið. Landsstýrið kundi gjørt eina avtalu við NATO um ein lofteftirlitsradara, og síðani fari undir at yvirtikið føroyskt loftrúm, og brúkt safetygjaldið, sum er eitt gjáld sum er álagt ferðafólki ið flúgva gjøgnum føroyskt loftrúm, til at fíggja raksturin av umsitingini av loftrúminum, umframt Search-and-Rescue tænastur kring Føroyar. Hetta er loysnin, har bæði NATO og Føroyar eru vinnarar. Óhepna avleiðingin er so, at Danmark stendur eftir sum tapari.

Men um Danska stjórnin sigur nei til tað loysnina, og vil pressa fyriliggjandi avtalu ígjøgnum, við góðari hjálp frá m.a. Sjúrði Skaale, Edmundi Josensen, Jenisi av Rana og Løgmanni, jamen so kunnu vit útiloka, at fyriliggjandi loysnin snýr seg um trygdina hjá Føroyingum, verndina av fólkaræðinum og samhuga við okkara vesturlendsku sameindu, og at hetta bara snýr seg um vald, og at seta Danmark í eina góða støðu, við at brúka geostrategisku støðu Føroya til teirra fyrimun. Tá stendur Danmark og NATO sum vinnarar, og Føroyar sum tapari.

Um vit vilja taka ábyrgd, og menna Føroyar, bæði inneftir og úteftir, so er hetta tann besta loysnin. Nú mugu vit fara frá barnsliga orðaskvaldrinum um eystur móti vestur, diktatur og fólkaræði. Tað hevur ongantíð verið ivamálið. Hendan retoriska fintan verður bert nýtt fyri at fáa fólk at kíka avtaluna sum fyriliggur, og sum onki gevur til hvørki land ella fólk.

Verður avtalan úr Danmark samtykt, verður hon størsta ímyndin av føroyskari undirbrotligheit, sum fer at standa uppi á Sornfelli og kaga út yvir alt Føroya land.

Standa vit hinvegin saman um at taka ábyrgd og taka lut, og harvið menna okkum sjálvi, so er ikki minni enn alt at vinna.

Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo