Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- (viðmerkingar til sending hjá KVF: Børn á netinum og Alene hjemme på nettet hjá DR)

Í samband við sendingina hjá DR – Alene hjemme på nettet, tosar DR við ung, ið siga seg hava upplivað at fáa myndir við seksuellum innihaldi sendandi, hava sæð mann skjóta høvdið av sær, sjálvskaðandi atferð osfr.

Eisini tosar DR við ung, sum eru vorðin happað á netinum. Tey ungu vísa á, at tey longu sóu hesi ting ella upplivdu happing, fyri fleiri árum síðani, tað er, tá ið tey enn vóru børn. 

Í hesum sambandi tosar Kringvarpið við Barnabata og SSP, í mun til, hvussu man skal fyrihalda seg sum foreldur, tá ið man varnast, at børnini hava sæð tílíkt. Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sigur soleiðis í videobroti á heimasíðu Kringvarpsins: 

…Passa upp á at vit ikki brúka revsandi tiltøk við at taka telefonina frá teimum, hvis tey hava sæð eitt ella annað, tí at hatta er ein so stórur partur av teirra gerandisdegi.

Soleiðis sum eg skilji útsøgnina hjá Barnabata, revsar man barnið, um man tekur telefonina frá barninum, tá ið tað hevur sæð ella upplivað ræðuleikar á netinum, og grundgevingin er, at hetta er ein so stórur partur av teirra gerandisdegi. Foreldur revsa sostatt barnið, um tey ikki góðtaka, at tað sær sjálvmorð, sjálvskaðandi atferð og annað á netinum. At okkurt er ein partur av barnsins gerandisdegi, merkir ikki neyðturviliga, at tað eisini er gott ella tað besta fyri barnið, og tí kann tað ongantíð brúkast sum grundgeving fyri at lata standa til.

Heldur enn at góðtaka, at hetta er ein so stórur partur av gerandisdegnum, eiga vit at hugleiða um, hví vit vaksnu loyva okkara børnum ein tílíkan gerandisdag har happing, grooming, harðskapur og so framvegis er gerandiskostur? Hetta gagnar teimum ikki, men gongur tvørturímóti út yvir teirra sálarheilsu. Hvat er tað, sum ger, at vit forsvara, at vit lata børn okkara vaksa upp undir slíkum umstøðum, og hvørji virði borðreiða vit fyri børnum okkara, tá ið vit gera tað? Hava vit veruliga ikki annan betri gerandisdag at bjóða børnum í 2024? 

Traumatiserast av upplivingum á netinum
Í sendingini Alene hjemme på nettet vísir ein sálarfrøðingur á, at børn kunnu traumatiserast av tí, tey síggja ella uppliva á netinum, eisini hóast tey sjálvi ikki eru partur av hendingini. Tá ið talan er um trauma, er tað vigtigasta at skapa trygd fyri tann, sum er traumtiseraður; tað merkir, at man flytir viðkomandi frá tí, sum traumatiseraði hann.

Men tá ið ræður um snildfon, skulu vit loyva børnunum at hava hana hjá sær, hóast hon økir vandan fyri, at barnið er fyri fleiri tílíkum hendingum. Tað gevur als onga meining. At taka telefonina er at verja barnið, og at verja barnið er at ansa sínum barni, og hetta er mest týðandi uppgávan hjá foreldrum.

Tà ið foreldur taka eina telefon til tess at verja barnið, lærir barnið eisini, at tað er ikki okey, at vaksin fólk grooma tey, og tey læra at merkja eftir og trekkja seg frá tí, sum ikki gagnar teimum. Á henda hátt læra tey sjálvi at seta mørk, tí tey merkja, at mørk teirra verða tikin í álvara. 

Rætturin til samavgerð
Í barnarættindasáttmálanum stendur, at børn hava rætt til samavgerð. Børn skulu sjálvandi hoyrast, men tað eru til ein og hvørja tíð, tey vaksnu, ið skulu avgera, hvat er trygt, neyðugt og gott fyri barnið. Verður hugt at foreldrastílum, veit man, at tey børn, ið trívast best, eru tey, hvørs foreldur hava klár mørk, samstundis sum tey lurta eftir, virða og samskifta við børnini.

Men mørkini seta tey vaksnu, meðan tey greiða barninum frá, hví tey seta hesi mørk. Hetta merkir, at tey taka ábyrgdina á seg og flyta hana frá barninum. Hetta tola børn væl, og tey tola tað nógv betri enn at hava foreldur, sum ikki skapa neyðugu trygdina kring barnið. 

Ørskapur er, at gera tað sama aftur og aftur og vænta eitt øðrvísi úrslit (Albert Einstein)
Eitt annað, sum kom fram á heimasíðu Kringvarpsins, var, at foreldur skulu vera forvitin, tá ið ræður um talgilda lívið hjá børnunum. Hetta ráðið hevur fleiri ár á baki. Og gamaní skulu foreldur leggja í og spyrja inn til tað, sum børnini gera bæði á netinum eins og í “veruliga lívinum”. Men vit mugu ásanna, at hóast foreldur í áravís hava fylgt ráðnum, hava vit ongantíð áður havt so nógvar keðiligar hendingar á netinum sum nú. Ella sagt øðrvísi, at lurta og vera forvitin, er als ikki nóg mikið, ikki minst tá ið barnið hevur sæð ella upplivað nakað keðiligt, tí tá er tað ov seint. Tá ið barnið longu er vorðið traumatiserað, byrjar ein langur, harður dystur at koma fyri seg aftur. 

Men harumframt ber ráðið brá av, at man longu hevur givið skarvin yvir, og tað er ómetaliga óheppið, tí vit kunnu gera so nógv annað. Fyrst og fremst mugu foreldur verja børnini, og besta verjan er at bíða við at geva teimum snildfon, til tey hava rætta aldurin. Sambært flestu sosialum miðlum er 13 ára aldursmark, men hetta er alt ov lágt sett. Tí átti rætta aldursmarkið heldur at vera 15 ella 16 ár. Tað er himmalvíður munur á, hvussu eitt 10 ára gamalt og eitt 16 ára gamalt ávirkast av øllum tí, sum tað sær ella upplivir á netinum. Men sjálvt tá ið unglingurin er vorðin nóg gamal til snildfon, kanst tú avmarka atgongd til ymsar appir og seta verju á.

Orsøkin til at talgilda lívið hjá børnum fyllir so nógv í teirra gerandisdegi, er, at vit vaksnu, loyva tí og einki gera við tað. Tað kann vera, at vit stúra fyri, at børn okkara verða uttanfyri felagsskapin, um tey ikki eru á ymsu talgildu pallunum – men um meginparturin av foreldrum stendur saman um at bíða við at geva børnum snildfon, so kemur talgilda lívið ikki at fylla so nógv. Sum er, hava vit meiri ella minni latið børn okkara upp í hendurnar á tøknirisunum at uppala gjøgnum oyðileggjandi og niðurbrótandi algoritmur, hvørs einasta endamál er at tjena pengar upp á uppmerksemið hjá børnum og ungum – og hóast teir siga seg vilja taka samfelagsábyrgd, er nógv sum bendir á, at tað er sera langt á mál, og alt ov langt til, at vit kunnu bíða. 

Vit eiga ikki, at lata tøknirisarnar uppala okkara børn, nógv heldur skulu vit tora at standa við okkara ábyrgd og tryggja, at vit og tey, sum leggja í børnini, uppala tey. It takes a village to raise a child. Lat ikki tøknirisarnar um hesa týdningarmiklu uppgávu, men krev at fáa ábyrgdina aftur.  

Gitte Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo