Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Í dag fingu 12 útlendskir næmingar prógv á Kvøldskúlanum í føroyskum og føroyskari mentan á framhaldsskeiði. Hetta var eitt skeið fyri tey, sum dugdu eitt sindur av føroyskum, sum nú umframt at tosa hava lært at lesa og skriva eisini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at hann hevur fegnast stórliga um stóra arbeiði skúlans fyri útlendskar næmingar. Hann heldur, at hetta man vera størsta integratiónstiltak nakrantíð í Føroyum.

- Í dag kunnu vit fegnast um aftur at síggja eitt stórt lið av okkara nýggju føroyingum her á skúlanum. Hetta eru tit, sum nú hava tikið framhaldsskeiðið í føroyskum og føroyskari mentan.

- Summi tykkara dugdu kanska bara eitt orð á føroyskum fyri stuttari tíð síðan, men nú er avbera stuttligt at hitta tykkum í býnum, nú tit heilsa og biða góðandag á føroyskum. Tað fløvar og ber boð um, at tit hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan: Málið!

- Hetta skeiðið var ætlað tykkum, sum dugdu eitt sindur av føroyskum. Nú hava tit so eisini lært grundleggjandi mállæru, og ikki bara at tosa, men eisini at lesa og skriva nakað av føroyskum.

- Hesaferð eru tit 12, sum fáa prógv - ellivu konufólk og eitt mannfólk. Og tað er ein góður altjóða blandingur, tit koma úr Brasil, Onglandi, Filipinunum, Ghana, Norra, Rumenia, USA, Serbia og Kenya.

- Eg fari at ynskja tykkum øll somlum hjartaliga tillukku við próvnum og alt tað besta. Hvussu verður við víðari útbúgving er ein spurningur, sum okkara Mentamálaráð kemur at taka støðu til, okkara lutur skal ikki liggja eftir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a.

Jógvan Sørin Hansen, skúlastjóri, handaði prógvini. Næmingarnir bæði sungu og hildu røður á føroyskum, so tað var ein fragd. Tann eini næmingurin greiddi frá, hvussu torført tað var at byrja uppá føroyska mállæru - tað var hon, ið spurdi, hvør hevði uppfunnið ð! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo