Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ynskiligt er, at tey, ið millum annað sita í koyristóli, skulu hava so góðar atkomumøguleikar sum tilber til fótbóltsvallirnar kring landið - Mynd: www.FSF.fo

Ynskiligt er, at tey, ið millum annað sita í koyristóli, skulu hava so góðar atkomumøguleikar sum tilber til fótbóltsvallirnar kring landið - Mynd: www.FSF.fo

Ynskiligt er, at tey, ið millum annað sita í koyristóli, skulu hava so góðar atkomumøguleikar sum tilber til fótbóltsvallirnar kring landið - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Ein nátturligur partur av hesum er tí eisini at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið.

Fótbóltur savnar hvørt vikuskiftið nógvar føroyingar og tí er týdningarmikið, at fólk, ið bera brek hava somu møguleikar at taka lut í hesum tiltøkum.

Í fjør hevði Fótbóltssamband Føroya vitjan av altjóða felagsskapinum CAFE (Centre for access to football in Europe), ið arbeiður við at varpa ljós á og betra um atkomuviðurskiftini á leikvøllum í øllum Evropa.

Sum partur av hesari vitjan, varð avtalað at fara undir at gera eina kanning um, hvussu atkomuviðurskiftini eru við leikvallirnar í Føroyum.

CAFE hevur gjørt líknandi kanningar saman við UEFA og øðrum fótbóltssambondum í Evropa, og tí verður nú fari undir at gera hesa kannning í Føroyum, ið hevur til endamáls at varpa ljós á kringumstøðurnar, og síðan at vita, hvør tørvur er á at betra um hesar umstøður

MEGD setti í fjør fokus á atkomuligar matstovur í Føroyum, og tí metir FSF tað vera upplagt, at nú verður varpað ljós á atkomumøguleikarnar við fótbóltsvallirnar kring landið.

Møguleikin at svara spurnaskjalinum er H E R

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo