Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað verður tosað um fýra litir/persónligheitir í arbeiðslívi - í ávísari persónligheitstest fyri starvsfólk.

Grøni bólkurin ger tað, ið teimum verður álagt at gera, arbeiðir fyri einum vanligum gerandisdegi, breyði á borðið, klæði á kroppin og restina til eyka njótilsi og upplivingar í døgum.

Blái bólkurin eru nørdarnir, roknskapartypan, bókhaldaratypan, sum umframt omanfyrstandandi dámar væl einstáttaðar uppgávur, rutinur, avmarkað til ávísa arbeiðsdisiplin.

Grøni og blái bólkurin fevna um góð 80 procent av fólkunum.

Reyði bólkurin eru tey málrættaðu. Hesi fara bókstavuliga eftir málinum, uttan mun til um tey skumpa onnur til síðis, traðka á onnur ella hvat tað skuldi verið. Ikki illa meint, men ti tey eru málrættað. Tað kann vera fyri tey sjálvi, tað kann vera fyri arbeiðsplássið ella bæði.

Guli bólkurin fevnir um tey innovativu, spyrjandi, kreativu, nýhugsandi, - og mennandi fyri seg sjálvi og arbeiðsplássið.

——

Tó eru vit sett saman soleiðis, at vit kunnu variera eitt sindur  í typulitum, men yvirvejandi fella vit í eina kategori, í ein av hesum omanfyri nevndu litunum.

Tá vit síggja hvussu nógv eru grøn og blá, í mun til restina - ja, so kunnu vit skilja, hví arbeiðspláss og verð eru skrúvað saman sum tey eru.

Tað verður so ofta lýst við leiðaradøgum og vit síggja markeringar, heiðranir og útnevningar av dugnaligum leiðslum.

Eg undrist mangan um kriterie, um starvsfólkini sum velja ella um hvat sum ger ein egnaðan til hesa premiu.

Sjálvsagt undrist eg meira og minni - tí ávís leiðslubrøgd eru sjónligari enn onnur, og við tí í mentu, at leiðsla er so nógv ymiskt.

Men ert tú ein góður leiðari og hevur nógv fólk undir tær, so skalt tú involvera, informera, inspirera, fyri at motivera - man tosar um tey trý I-ini.

Og hava ta vitan, ta persónligheit og integritet, sum gevur trúvirði.

Eru tað ov nógvir grønir og bláir leiðarar, so trívast tey reyðu og gulu ikki. Ella tey eru slóknað.

Og eru hesi burtur - vekk í fyritøkuni - ja, so vera eisini bara grøn og blá eftir, at geva leiðslum karakter.

“Ja, ein leiðari er fittur, tí hann einki sigur, tá eg komi for seint”.

Ella hann er dugnaligur, ti hann gevur mær stuðul og arbeiðsumstøður, sum loyva mær at veksa við uppgávuni og tann vegin geva aftur til arbeiðsplássið.

Ella hvussu vurdera vit?

Tað kundu verið so øgiliga nógv dømi, bæði um hvussu ein stjóri er bestur og hinvegin, hvussu starvsfólk síggja ein stjóra. Annað til gagns fyri fyritøkuna, hitt til gagns fyri ein sjálvan.

Viðurskiftini eru ikki so skørp, sum eg seti tað upp. Overdrivelse fremmer forståelse - Tó haldi eg sjálv, at tørvurin á leiðslutypum í klassa vera nógv størri enn vit geva okkum far um, og at ljós eigur at verða varpað á heiðranir, hesum til bata og øllum at gagni.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo