Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Fólkaheilsustýrið fer við umfatandi spurnakanning at greina heilsustøðuna hjá føroyingum.

8.000 tilvildarliga valdir føroyingar fáa í hesum døgum innbjóðing sendandi um at luttaka í fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?”. 

Talan er um eina spurnakanning um heilsu, trivnað og sjúku.

Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum.

Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum sum heild, sum heilsuverk og myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag fyri at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsuøkinum.

Afturvendandi kanning
Kanningin fer fram á Vanganum, har luttakarar fáa boð við einari kalendaraáminning, um at teir eru bodnir við.

Upplýsingar frá kanningini verða brúktar til at gera hagfrøðiligar greiningar av heilsustøðuni kring landið beint nú.

Hetta er triðju ferð, at spurt verður, hvussu føroyingar hava tað. Sama kanning varð gjørd í 2015 og í 2019, og tí ber til at gera samanberingar og meta um eina møguliga gongd, eins og úrslitini kunnu samanberast við líknandi kanningar í grannalondum okkara.

Luttøkan er dulnevnd, tvs. at Fólkaheilsustýrið hevur ikki atgongd til svarini hjá einstaka luttakaranum, men sær bert, um luttakarin hevur svarað ella ikki.

Breið umboðan
Hagfrøðisliga virðið á kanningini er tongt at luttakaratalinum, so tess fleiri svara, tess meira eftirfarandi eru kanningarúrslitini.

Umráðandi er eisini, at fáa breiða umboðan úr øllum landinum, og at bæði menn og kvinnur í øllum aldri millum 18 og 85 ár luttaka.

Fólkaheilsustýrið heitir tí á øll tey, sum hava fingið innbjóðing, um at taka væl ímóti kanningini og geva sítt íkast við at svara, hvussu tey hava tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo