40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kirkjuráðið í Glyvra Kirkju hevur í mong ár ynskt at byggja nýggju kirkju. Arbeiðið byrjaði longu í 2004. Gamla kirkjan er gomul og slitin. Ein partur av tilgongdini er, at landið veitir stuðul til nýbyggingina, og landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, gevur loyvi til, at nýggja kirkjan verður bygd.

Í løtuni hevur ein umsókn frá Glyvra Kirkjuráði ligið í Mentamálaráðnum síðan mars 2021. Átta mánaðir eru farnir, og enn frættist einki svar, um landsstýrismaðurin gevur loyvi ella ei. Svarið verður avgerandi fyri byggingina. Sjálvur eri eg sannførdur um, at vit eiga at stuðla kirkjuráðunum í avgerðunum, sum eru tiknar av teimum. Hetta eru fólk, ið vilja kirkjunum væl. Tað er sjálvboðið arbeiði, sum kann vera tíðarkrevjandi.

Eg fegnist um, at landsstýrismaðurin heldur tað vera sjálvsagt at stuðla kirkjubygging, og tí vænti eg, at Glyvra Kirkja fær játtandi svar sum skjótast. Sjálvur fari eg at fylgja hesum málinum upp aftur, um málsviðgerðin dregur út.

Vit skylda øllum kirkjuráðunum eitt greitt svar frá landsins myndugleikum, um landið kann veita stuðul ella ei. At útseta avgerðina tænir ongum, tí byggikostnaðurin fer upp, jú longri vit bíða.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo