Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri enn 6.000 børn eru nú deyð í Gasageiranum. Fyri at skilja, hvussu stórt talið er, so er tað meira enn samlaða barnatalið í Tórshavnar kommunu.

Ella ikki “deyð”. Tey eru dripin - ikki sum fylgiskaði av krígnum, men í presisjónsálopum á íbúðarblokkar, fló ttafólkalegur og sjúkrahús. Í eksaktum og tilætlaðum álopum.

Onkur fer at siga: - Yvirgangsmennirnir goyma seg aftanfyri tey.

Til tað er svarið einfalt: Tað kann ongantíð góðtakast at drepa 6.000 børn fyri kanska at raka nakrar yvirgangsmenn.

Ella mann í staðin kundi spurt: Vissi tað gekk ein yvirgangsmaður inni á Glasir, hevði tú so sprongt skúlan?

Og onkur fer at spyrja: - Hvat kunnu Føroyar gera?

Føroyar má gera tað, sum mann eigur at gera, tá omanfyri 100 børn hvønn dag doyggja í tilætlaðum álopum:

Vit mugu fordøma tað líka harðliga, sum vit fordømdu álopið á Ísrael 7. oktobur.

Og hava dirvi at staðfesta, at tað er ikki antisemitisma at biðja ein stat uppføra seg ordiligt. Tað er ikki jødahatur at biðja eitt land gevast við at drepa smábørn.

Tí uttan mun til hvat ein heldur um stríðið sum heild, so er tað hvørki ein góður kristin, jødi, muslimur ella ateistur, sum heldur, at børnini arva fedranna syndir.

Børn eiga ongantíð ein lut í stríðnum.

Tað stóðu fimm jødar uttanfyri mítt arbeiðspláss í morgun við skeltinum “Jødar ímóti fólkamorði”. Einir hálvtrýss mótmæltu uttanfyri ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn fyrradagin.

Neyvan er nakar teirra antisemittur.

Og tað verða heldur ikki tey fyrstu av teimum føroysku fólkavaldu, sum vónandi skjótt tora at traðka fram og tala fyri friði.

Síðani nær eru vit vorðin so forherdaði, at vit ikki longur trúgva uppá nakað so einfalt so vápnahvíld?

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo