Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands: Tøkniliga framkomnir teljarar eru settir upp við fýra væl umtókt ferðamál kring landið. Endamálið er at fáa innlit í núverandi ferðafólkastreym, og hvussu talið av gongufólkum sveiggjar gjøgnum ár og árstíðir.

Í londunum kring okkum vita tey til dømis, at oman fyri 130 túsund fólk árliga vitja Ben Nevis, hægsta fjallið í Skotlandi, og at 82.500 fólk gingu til serliga náttúrufyribrigdi Trolltunga í Norra í 2022.

Her í Føroyum noyðast vit mestsum bara at fyrihalda okkum til metingar og gitingar. Tí verður tað áhugavert at fáa ítøkilig hagtøl um, hvussu nógv ferðafólk vitja nøkur av okkara mest umtóktu náttúruferðamálum.

Tað er menningardeildin hjá Visit Faroe Islands, sum hevur bílagt teir fýra teljararnar, og í fyrstu atløgu vera teir settir upp við bygdagøtuna millum Havn og Kirkjubø, og á veg til Hvannhaga, Klakk og Slættaratind.

Hesir eru bílagdir í sambandi við árliga Closed for Maintenance-átakið í vár og settir upp í samstarvi við Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunu.

Teljarin skrásetur, tá ein gongur millum steyrarnar, og mátar eisini tíðina á degnum, tá ið gingið verður.

Ætlanin er at tulka tølini saman við veðurupplýsingum, soleiðis at vit betri skilja sambandið millum veðrið, árstíðir og ferðavinnu.

At fáa eitt betri innlit í núverandi støðu og rák framyvir kann hjálpa okkum at menna ferðavinnu meira skynsamt og í tráð við umhvørvisvernd og ynskjum frá borgarum og vinnu.

Visit Faroe Islands fer at kunngera tølini, tá ið hægsta ferðatíðin er av, í heyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo