Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Nevndin í Føroya Lærarafelag stuðlar KT-heildarætlanini fyri fólkaskúlarnar, tí hon fer at geva skúlunum eina trygga og álítandi KT-loysn. Um somu tíð er umráðandi at fylgja væl við menningini av skipanini og tryggja, at KT-vørðurin fær góðar arbeiðsumstøður, so at hann fær tænt lærarum og næmingunum í skúlanum.

- Undirvísingarstýrið hevur ábyrgdina av KT-heildarætlanina, og Lærarafelagið var í byrjanini væl kunnað um ætlanirnar, men nú verða vit tíverri ikki kunnað um tíðandi lutir í Kervi+. Vit eru tó í jøvnum samskifti við eitt starvsfólk í Undirvísingarstýrinum um Skúlanet, men annars mugu vit toga kunning úr skipanini um ætlanina við Kevi+, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Tað eru nevniliga nógvir spurningar og nógv mál at fáa greiðu á. Eitt nú hvussu nógv vit skulu skráseta viðvíkjandi næminginum í skúlanum. Jacob Eli S. Olsen vísir á, at um lærarin skal skráseta meira, so tekur tað tíð frá samveruni við næmingar og frá undirvísingini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo