Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Erla Kongsdóttir

Spurningar:
1. Er Erla Kongsdóttir eitt nøktandi avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins?
2. Hvørjum standi er skipið í?
3. Hvussu nógv verður skipið brúkt?

Viðmerkingar:
Fyri nøkrum árum síðani bleiv strandfaraskipið Erla Kongsdóttir bygt at nýta sum avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins.

Ætlanin var serliga at nýta skipið á miðleiðunum so sum Nólsoyar-, Kalsoyar- og Hestleiðunum, men skipið segðist eisini kunna nýtast á ytru leiðunum so sum Fugloy, Svínoy og Skúvoy, tá ið veður og vindur vóru til vildar.

Erla Kongsdóttir skuldi vera avloysaraskipið, sum Strandfaraskip Landsins í langa tíð hevði manglað.

Men lítið hevur verið at hoyrt og sæð til, at skipið hevur verið í sigling ta seinastu tíðina.

Ein orsøk kann vera, at tørvur ikki hevur verið á avloysaraskipi, men tað hevur eisini ljóðað, at skipið hevur havt tekniskar trupulleikar.

Tí verður hesin spurningurin settur.

Á Løgtingi, 27. februar 2024
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo