Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroysku bókasøvnini skipa fyri pallborðskjaki á Bókadøgunum undir heitinum, "Býarmenning og fólkabókasøvn". Fólkabókasavnið er bæði ein tænasta og eitt fysiskt stað, og kann fatast sum eitt víðkað býarrúm. Eitt rúm í býnum, sum er karmur um upplivingar, kreativitet og sosiala samveru, men eisini um læring, lesing og hugdýping.
Kann bókasavnið vera við at mynda býin og geva býnum samleika og samanhang? Og hvussu kann fólkabókasavnið vera við at menna spennandi, kreativar og innovativar býir, har fólk trívast og støðast?

Tað verður Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, sum kemur at stýra kjakinum, og við pallborðið sita:

⦁    Ósbjørn Jacobsen, arkitektur
⦁    Annika Egholm, býarbókavørður í Klaksvíkar kommunu
⦁    Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo