40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað er tørvur á eini skipan, sum betur megnar at hava eyguni við, um tiltøkini, ið verða sett í verk á barnaverndarøkinum í kommunum í Noregi, eru nóg góð.

Tað heldur granskari við Universitetið í Stavanger.

Sambært almennum leiðreglum í Noregi kann eitt barn, sum vísir tekin um mistrivnað í eitt tíðarskeið, geva ábending um, at tað livir í eini vandastøðu. Sama er galdandi, um barnið knappliga broytir atferð. Fleiri eftirlitsfrágreiðingar, sum byggja á gjøgnumgongd av nógvum barnaverndarmálum, vísa, at børn og ung ikki fáa hjálp og stuðul nóg tíðliga, og at tað, sum verður sett í verk, ikki er nóg væl samskipað. Tiltøk kunnu vera sett í verk bæði í skúla, heilsutænastum og barnavernd.

Granskarar í Stavanger hava saman við tveimum kommunum í Rogalandi sett í verk átakið Betri tvørfakligur innsatsur – á norskum stytt til BTI. Saman royna tey at loysa avbjóðingarnar, sum eru, tá ið talan er um trivnað hjá børnum og ungum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo