Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað verður ársins joke, um hettar verður samtykt – og fer helst í heimspressuna:

Uppskot hjá samgonguni: At lækka virðisavgjaldið á akførum við hybrid tøkni og akførum við plugin-hybrid tøkni.

Hybrid bilar kunnu ikki brenna annað enn bensin ella diesel – tvs als ikki el.

Orsøkin til Hybrid bilar er/var at kunnu koyra inni í stórbýum við battarí, uttan at osa, meðan teir koyrdu har.

Síðan løða teir battaríini tá teir koyra aðrastaðni og í býum við bensin ella diesel motori – fyri at løða battaríið. Battaríið kann ikki løðast frá løðistøð.

Plug-in hybrid koyra við el og battaríið kann løðast frá løðistøð; men vanliga/oftast koyra teir mest upp á bensin ella diesel, hevur víst seg, og tí verða teir vanliga ikki frítiknir fyri avgjald.

PS: Plug-in hybrid fara væntandi úr framleiðslu aftur um nøkur ár, vegna skjóta menning av battaríum. Men teir eru ‘góðir’ nú har tú skalt koyra langar teinar - uttanlands. Men hattar er ein fyribilsloysn, og eiga ikki frítakast fyri mvg í Føroyum, tí hettar fer bert at seinka og forvirra orkuskiftið.

Vit hava ovmikið av bilum í Føroym, tungar bilar, vegna ov lágt avgjald á tungum bilum.

Eisini hevur holið/reglurnar í lógini fyri mvg frítøku hjá bilútleigarum, gjørt, at vit hava so nógvar tungar mvg-frítiknar bensin og diesel bilar í Føroyum – hagtøl kundu verið áhugaverd.

Ólavur Poulsen
Vatnsoyrar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo