Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: - Vit byrja í kvøld við tveimum nýggjum elbussum, og líka so skjótt tøknin og aðrar umstøður loyva tí, verða dieselbussarnir skiftir út við bussar við grønari orku, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Eftir vegleiðingar frá sakkunnleika og drúgvar samráðingar við veitara stendur greitt, at býráðið í kvøld fer at taka støðu til at keypa 15 dieselbussar og tveir elbussar.

- Líka so skjótt sum tøknin er nøktandi og umstøðurnar annars loyva tí, sohvørt verða dieselbussar skiftir út við bussar við grønari orku. Hetta merkir so eisini, at kommunan beinanvegin fer í gongd við at byggja løðistøðir, bæði til bussar og privatbilar.

- Vit hava staðfest áður, at okkara størsti trupulleiki er, at vit enn als ikki eru klár til at røkja Bussleiðina, bara við elbussum. Ætlaða loysnin er tí tíðarrøtt og besta lopfjølin til eina grøna loysn, tá vit eru klár. Tað er ein undangóðkendur veitari, sum skal gera størstu íløgurnar, ikki kommunan. Kommunan keypir ongan buss.

- Tað kemur at taka tíð at byggja løðistøðirnar, men við ætlaðu loysnini kunnu vit leggja um til elbussar, sohvørt vit eru klár, júst tí at dieselbussarnir eru sera umsetiligir. Tað er ongin trupulleiki at sleppa av við teir.

- Henda loysnin merkir eisini, at Bussleiðin tænastuliga verður løgd í eitt trygt støði, har vit veita brúkaranum fulla tænastu. Hartil er veitarin tryggur við loysnina og loysnin kann setast í verk 1. januar 2023.

- Soleiðis kunnu vit royna elbussarnar undir røttum umstøðum og skipanin kann víðkast og útbyggjast undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin av Bussleiðini í vanda. Endamálið er so, at vit bara koyra grønt í 2027, sigur Heðin Mortensen, borgarsjtóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo