Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eftir tveir góðar festivaldagar er tann drúgvasti dagurin nú fyri framman á Summar Festivalinum. Í dag vera 16 konsertir á teimum trimum pallunum – á Vágbø, á Torginum og í Tjaldinum – og harafturat verður eisini undirhald og sangframførslur í Silvalandi.

Tveir útlendskir bólkar spæla á stóra palli í dag. Klokkan 21:00 fer Chris Norman, sum var upprunligi sangarin í Smokie, at hava konsert, og á midnátt spælir poppbólkurin Nico & Vinz.

Í kvøld ber eisini til at hoyra føroyskar bólkar og solistar sum Moirae, Samsint, Rana Nolsøe, Magna Christiansen, Herborg Torkilsdóttir og Lindu Andrews.

Dagsins fyrsta konsert á Summar Festivalinum verður við Mark The Messenger í Tjaldinum kl. 16.00. Tann seinasta konsertin verður í Tjaldinum kl. 03.00 við Danny & The Veetos.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo