Í dag eru 10 ár síðani muslimski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram burturflutti 276 skúlagentur í býnum Chibok í Nigeria.
Nakrar vórðu leysgivnar eftir samráðingar í 2016 og 2017, men enn í dag eru minst 80 teirra framvegis horvnar.
Í býnum Lagos hava tey í dag hildið dagin fyri at minnast genturnar.
Sagt verður, at fleiri teirra helst eru deyðar í hungri, av slangubiti, í barsilssong ella av bumbuálopum á støðirnar hjá Boko Haram.
Enn í dag verða nógv børn burturflutt í Nigeria, hóast stjórnin í landinum hevur roynt at steðga hesum, skrivar Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo