Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hóast Malan Mohr, lærari, seinastu árini hevur ognað sær servitan við tveimum eftirútbúgvingum innan ADHD og autismu og hevur verið við til at seta tvey serskúlatilboð á stovn, so gjørdist alt hetta persónliga stríðið ikki nógv greiðari fyri henni, fyrr enn hon sjálv sum 61 ára gomul fekk staðfest ADHD.

Nú Malan Mohr er vorðin 63 ára gomul og hyggur aftur á litríka lívið sum barn, næmingur, maki, foreldur og lærari, so heldur hon, at lívið hevur verið óalmindiliga gott, men samstundis eisini krevjandi, t.d. tá ið hon hevur arbeitt saman við nógvum fólkum. Tað er sum um, at hon ikki fyrr enn nú við diagnosuni veit, hví alt var soleiðis.

- Í dag skilji eg meg sjálva betur, tí eg veit, at eg havi ADHD. Hvønn dag kemur okkurt til mín, og eg sigi: Ája, tí var tað soleiðis. Eg kenni ymiskt aftur, og nú skilja míni nærmastu meg eisini nógv betur og kunnu lættari bera yvir við mær. Tað hevur givið mær betri sjálvsinnlit og lært meg at nýta mannagongdir, sum hóska til ein ADHD-heila. Eg arbeiði minni og leggi gerandisdagin til rættis á ein slíkan hátt, sum ger, at eg ikki eri útbrend á hálvum degi, sigur Malan smílandi og heldur fram:

- Tá ið eg var liðug á Læraraskúlanum, fekk eg starv í Hoyvíkar skúla. Har dámdi mær so sera væl, og alt fyri eitt vóru tað teir næmingarnir, sum kendu skúlan avbjóðandi, sum eg fekk eitt hjarta fyri og teir fyri mær. Hetta passaði mær jú væl, tí eg hevði lært meg at skipa skúladagin og gjørdi tí eisini hópin av tímatalvum og mannagongdum til gagns fyri næmingarnar. Í dag síggi eg, at tað einamest var til mín sjálvs, men tað visti eg bara ikki tá.

Í dag arbeiðir Malan Mohr sum serlærari heima hjá næmingi, sum gongur í 5. flokki. Skúladagurin gjørdist fyri næmingin ov krevjandi, og nú verður samstarvað málrættað við at fyrireika næmingin at byrja aftur í sertilboði.

- Næmingar, sum velja at taka seg úr skúlahøpi, vilja tað í grundini ikki. Tí kalli eg tað ikki fyri skúlaaftran, men fyri ósjálvbodna skúlafráveru. Tað er ein neyvari lýsing, sum sigur frá støðuni, næmingurin er í. Tí næmingarnir velja tað ikki sjálvir. Størsta ynski teirra er at koma aftur í skúla, at vera sosial og at vera saman við hinum næmingunum. Teir megna tað bara ikki, sigur Malan avgjørd.

Heima hjá næminginum havi eg saman við foreldrunum innrættað eina skúlastovu, har undirvíst hevur verið eftir umstøðunum og eftir tørvi í skjótt tvey ár. Umhvørvið er væl skipað við piktogrammum og tí, sum tað annars er brúk fyri at gera skúladagin so skipaðan sum gjørligt. Tað gongur væl, og eg síggi stór framstig, sigur Malan Mohr.

- Tað eru hesar viðkvomu næmingarnar, vit tíðliga skulu leggja merki til. Um umhvørvið við tíðini gerst ov krevjandi fyri næmingarnar, so velja teir at taka seg úr skúlahøpi. Og tá ið vit so skulu fáa teir inn aftur í skúlan, so er neyðugt, at vit fara varliga fram. Vit skulu lurta eftir næmingunum, og alt skal gerast í teirra tempo.

- Tá ið eg sigi fara varliga fram, so hugsi eg til dømis heilt einfalt um, hvussu langur skúladagurin er, tí hesi eru overvað á fleiri økjum, og nervaskipanin er úti av lagi. Summi megna bara ein heilt stuttan skúladag. Tí lurti eg væl eftir, tá ið næmingurin sigur, at nú orki eg ikki meira. Um eg fari at noyða næmingin, so kann tað skjótt síggjast aftur í afturstigum.

Brot úr størri samrøðu við Maluna Mohr, sum Tóra við Keldu hevur gjørt í Skúlablað nr 1, 2024. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo