Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit nærkast yvirskipaða málinum um at binda alt fólkið í landinum saman.

Hóast fleiri smærri oyggjar enn ikki hava fast samband, so er høvuðsavbóðingin á samferðsluøkinum nú at fáa fast í ein sunnan.

Avbjóðingin er stór, men ikki ræðandi. Tøkniliga ber til at gera ein tryggan tunnil, sum leggur leiðina upp í Skúvoy, og síðan kavar undir Suðuroyarfjørð. Nógvir føroyingar eru frammaliga viðvíkjandi tunnilsgerð. og hava drúgvar royndir frá undanfarnu tunlunum.

Renturnar eru á veg uppaftur, eftir í fleiri ár at hava verið metlágar. Enn ber helst til at útvega rímiliga bílig lán, serliga um landskassin hevur ein leiklut, men óvist er hvussu leingi til ber at bíða við lagaligu løtuni.

Hækkandi oljuprísir dýrka skiparakstur munandi, og sannlíkt er at raksturin av suðurtunlunum er millum 60 og 70 mió.kr bíligari um árið, enn verandi Suðurleið.

Tí hevur tað stóran týdning at fáa polittiska semju um Suðurleiðina, og at fáa fíggjarliga leistin greiddan skjótast gjørligt.

Eftir mínum tykki er tað av stórum týdningi, at vit ikki avtaka tær møguligu føroysku “cash-kýrnar” Norðoyartunnilin og Vágatunnilin.

Eitt nýtt spennandi alternativ til Suðuroyartunnil og Skúvoyartunnil sá dagsins ljós í Løgtingsins fíggjarnevnd í hesi vikuni.

Sera áhugaverd verkætlan, sum tekur hædd fyri samlaðu leiðini, við atknýttum og tillagaðum vegum.

Harafturat er ein greið fíggjarlig greining av verkætlanini, við góðari lýsing av fíggjarligu avbjóðingini. Atlit vera eisini tikin til samlaðu skuldarstøðu landsins.

Sjálvandi er uppgávan við Suðurleiðini ein stór avbjóðing, men tá uppgávan er størst, er skyldan eisini mest at finna røttu loysnirnar. Ikki bara í dag, men fyri tíðina sum kemur.

Tá um samferðslu ræður, er neyðugt at líta langt.

Nú er tíðin at líta í ein sunnan!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo