Hagstovan: Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum.
Tað eru 2.500 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við yvir 6.000 fólkum.
Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur. Av teimum 2.500 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er lítil helvt støk húski.
Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. Við ársbyrjan vóru tey 4.800 í tali, sum svarar til lítlan fjórðing av øllum húskjunum.
Hesir báðir húskisbólkar eru yvir helvtina av øllum húskjum.
Í tveimum triðingum av húskjunum búgva sostatt eingi børn.
Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu tíggju árini við einum vøkstri á 27 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo