Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ólavsøkurøðan 2023: Ein stórur spurningur fylgir við flóttafólkunum úr Ukraina.

Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til Russland, sum hevur gjørt hesi fólkini til flóttafólk?

Sum hevur bumbað fleiri býir í Ukraina til skerv og dripið túsundavís?

Sum hevur skeiklað javnvágina í Evropa?

Er tað menniskjansligt og moralskt rætt at samstarva við eitt land, ið fremur slíkar illgerðir og brýtur bæði fólkarætt og altjóða lóg?

Landsstýrið vigar í løtuni samstarv okkara við Russland. Í heyst verður greitt, hvat skal henda í 2024.

Sama hvør avgerðin verður, kann hon ikki bara grundast á búskaparlig atlit.

Tað, sum kann tykjast skynsamt í dag, nýtist ikki vera tað besta í longdini. Javnvágin kann skjótt skifta.

Vit mugu eisini hava moralsk og menniskjanslig atlit við.

Øll røðan kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo