Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-043/2023 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Liggur í kortunum at fremja verkætlanina við rundkoyring á Kambsdali?

2. Um so er, nær er ætlanin at fáa tað gjørt?

3. Í 2019 varð mett, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring var 2-3 mió. kr. Hvat kostar hetta í dag?

4. Hvussu høgur er óhapstíttleikin á Fuglafjarðarvegnum – kanska serliga á strekkinum við Kambsdal – í mun til onnur vegastrekki í landinum?

5. Hvussu fer ein rundkoyring á Kambsdali at ávirka ferðslutrygdina á vegastrekkinum?

Svar til spurning 1
Tvær vegíbindingar eru frá Fuglafjarðarvegnum til Kambsdalar í dag. Tann sunnara íbindingin er til Dalsvegin, har millum annað Miðnámsskúlin í Kambsdali er, og norðara íbindingin er til Fagragil, til ídnaðarøkið.

Sum meginregla verður mælt til, at rundkoyring kann verða gjørd, har tað er nøkulunda líka nógv ferðsla í øllum íbindingum til rundkoyringina, soleiðis at ferðslan skal kunna koyra ótarnað og so skjótt til ferðamál sum møguligt.

Viðvíkjandi Kambsdali fer størsti parturin av ferðsluni eftir Fuglafjarðarvegnum, og ferðslan inn á Kambsdal er tíðaravmarkað til stutt tíðarskeið hvønn dag í samband við skúlan. Ferðslan eftir Fuglafjarðarvegnum sjálvum fer at ganga eitt sindur seinni, tí tað er neyðugt at slaka ferðina, tá koyrast skal inn í rundkoyringina.

Ferðslumátingar frá novembur 2022 vísa, at tað koyra 2.700 akfør eftir Fuglafjarðarvegnum um dagin. Aðrar ferðslumátingar frá øðrum árum og árstíðum vísa umleið somu ferðslu.

Fleiri ferðsluóhapp hava verið við bæði vegamótini, og Landsverk mælir tí til at gera eina rundkoyring, sum betrar um ferðslutrygdina, ístaðin fyri verandi vegíbindingar, sum so verða stongdar. Kommunan ger so tveir javnfjarar vegir frá rundkoyringini. Ein til skúlaøkið og ein til ídnaðarøkið.

Svar til spurning 2 og 3
Kostnaður fyri rundkoyringar er mettur til einar 7,0 mió. kr. í 2023 prísum við váðaískoyti. Kostnaðurin er nógv treytaður av lendisviðurskiftum og tílíkt.

Eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 verður eingin peningur játtaður til rundkoyring í Kambsdali.

Landsverk mælir til í fyrsta umfari at játta 500 tús. kr. til at gera eina neyvætlan (projektering), fyri at fáa betri metingar av nøgdum og kostnaði. Byggitíðin er mett til at vera eitt ár.

Verkætlanin skal gerast í samstarvi við Fuglafjarðar kommunu, sum eigur íbindingarnar til høvuðsvegin.

Svar til spurning 4 og 5
Tað verða í miðal skrásett 6 ferðsluóhapp á Kambsdali um árið, sum er lutfalsliga nógv í mun til onnur vegastrekki. Tað er meira enn eitt óhapp fyri hvønn kilometur á Fuglafjarðarvegnum um árið. Tí er skilagott at gera eina rundkoyring fyri at betra um trygdina á farleiðini.

Ein rundkoyring er vanliga við til at seta ferðina niður og flætta ferðsluna saman við vegamótini. Ein rundkoyring vil tí betra ferðslutrygdina.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo