Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Nevndin í Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av at seta Ian Dam sum stjóra í Flogbóltssamband Føroyar. Ian avloysir Beinir Kristiansen, sum í áleið tvey ár hevur sitið í hesum starvinum og hevur staðið fyri at byggja upp eina skrivstovu fyri FBF.

Sera nógv virksemi er í føroyskum flogbólti. Í veruleikanum um eina nýggja pallseting av flogbólti í Føroyum.

Fyri áleið tveimum árum síðani gjørdi FBF av at seta ein stjóra at standa fyri at byggja upp eina skrivstovu, sum kundi umsita økta virksemi og at ganga á odda í broytingartíðini. Hesi tvey árini hava landsliðini luttikið í størri altjóða kappingum, ein flogbóltsskúli er settur á stovn og allir dystirnir í Føroya Tele deildunum verða vístir í Televarpinum.

Beinir Kristiansen varð tá settur sum stjóri, og við tað, at Beinir hevur ynskt at steðga í starvinum, hevur Flogbóltssamband Føroya nú sett Ian Dam sum stjóra. Ian kemur áhaldandi at hava ábyrgdina fyri skrivstovuni og at hava dagligu ábyrgdina fyri at flyta flogbóltin fram eftir tí strategiætlan, sum er løgd.

Ian er 37 ára gamal og er kendur í føroyska flogbóltsheiminum. Ian hevur verið aktivur flogbóltsleikari alt sítt lív og seinastu árini hevur hann sum venjari staðið fyri at byggja upp kvinnuliðið hjá Ternuni. Ian kemur úr starvi á Posta og er útbúgvin sum speditør og hevur útbúgving innan marknaðarføring og virkismenning.

Ian byrjar í starvinum 1. august 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo